Tíðindi

Fjølbroytt undirvísing hevur stóra ávirkan á trivnaðin

Mangan verður havt á munni, at skúlin er alt ov bókligur, og at hetta ikki gagnar øllum næmingum. Vit, sum starvast í skúlunum kring landið og hava holla vitan um fjølbroytni næminganna, eru tíðum í tvídrátti um, hvørt vit skulu arbeiða verkliga ella bókliga. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

14.08.2020

Hóast námsætlanirnar í einstøkum fakum leggja upp til verkligt arbeiði, so gera royndirnar og próvtøkurnar, ið eru knýttar at hesum fakum, tað mangan trupult at náa hesum málsetningi.

Tað tekur tíð at arbeiða verkliga, men hetta hevur stóran týdning fyri menningina hjá einstaka næminginum, samstundis sum hetta eisini ríkar um møguleikarnar at mennast á ymiskan hátt.

Innan skúlaøkið hava vit ymisk tiltøk, ið styðja upp undir verkliga arbeiðið; millum annað eru Ársins Vitanarfróðu, First Lego League, Vísindavøkan, Listaleypurin, evnisdagar, ruddingardagar og mangt annað.

Lærarar hava helst altíð arbeitt lutvíst við ymiskum verkligum. Eitt nú hevði skúlin á Toftum ruddingardag, har næmingarnir gjørdust varugur við, hvat slag av óruddi/burturkasti, teir funnu mest av. Hetta hevði við sær, at teir fóru undir eina verkætlan og saman við Magn funnu fram til eina skilagóða loysn fyri at minka um nøgdina av magnkoppum, ið vóru at finna runt um í náttúruni. Í ár vann Kollafjarðar skúli Ársins Vitanarfróðu. Fimti flokkur í Kollafirði hevur granskað í trøllaeiturkoppum og hevur á hendan hátt vunnið sær holla vitan um hetta lutfaltsliga nýggja smákykt. Í hesi verkætlanini arbeiddu næmingarnir rættiliga fjølbroytt, her var tørvur á støddfrøðiligari, málsligari og náttúrufrøðiligari vitan og arbeiðsháttum. Tað megnaðu næmingarnir til fulnar. Aftrat hesum hava skúlar arbeitt við eitt nú matoyðsli, matvøruframleiðslu og ymiskum øðrum.

Fyri teir næmingar, ið ikki megna bókligu fakini væl, hevur tað alstóran týdning, at undirvísingin eisini er verklig. Tá verða heilt øðrvísi krøv sett næmingunum, og her hava allir næmingar møguleika at vera við, eisini teir, ið stríðast við eitt nú orð- og talblindni. Næmingar við stuttum arbeiðsminni ella stuttum bókligum bindindum hava eisini møguleikan at kenna seg væl og hava ofta áræði og arbeiðshug, tá arbeitt verður verkliga.

Tað hevur alstóran týdning fyri bæði lærarar og næmingar, at møguleikarnir fyri verkligum arbeiði verða styrktir. Við góðum møguleikum at arbeiða fjølbroytt økjast møguleikarnir hjá næmingunum at kenna seg væl í onkrum arbeiðshátti. Útlitini fyri, at næmingarnir kenna egnar styrkir, økjast, tá ið næmingarnir hava royndir við nógvum ymiskum arbeiðsháttum. Eisini hevur hetta jaliga ávirkan á trivnaðin hjá næmingunum, tí tá arbeiða næmingarnir saman á ymiskan hátt og kenna tí eisini betur styrkirnar hjá hvørjum øðrum.

Í ár var fyrsta árið Føroya Lærarafelag læt veðurlagsviðursløn. Eftir ætlan verður hetta ein fastur táttur hjá felagnum, saman við Betri, at stuðla arbeiðinum við veðurlagsbroytingum og umhvørvi. Endamálið við virðislønini er at gera vart við veðurlagsavbjóðingar og veðurlagsloysnir í øllum samfelagnum sum heild, serliga í útbúgvingarhøpi. Virðislønin skal eggja arbeiði við burðardyggum loysnum í skúlanum og samfelagnum.

Vónandi gevur hendan virðislønin lærarum og næmingum áræði áhaldandi at arbeiðia fyri at betra um okkara nærumhvørvi.

Sjónarmið, sum stendur í Skúlablað nr 4, 2020, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.