Tíðindi

Fjølbroytt royndar- og menningarvirksemi í gongd í fólkaskúlanum

- Sum heild eru hetta alt spennandi verkætlanir; eg hevði tó viljað sæð fleiri, sum taka støði í arbeiðshættum, eisini verkætlanir, sum hava við verkligar arbeiðshættir uttandura at gera, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

08.02.2021

Hetta skúlaárið eru royndar- og menningarverkætlanirnar í fólkaskúlanum 25 í tali, og tær fevna breitt. Seks verkætlanir eru um at styrkja kreativu og handaligu lærugreinirnar, fimm eru um at styrkja talgildu førleikarnar, fimm eru um at styrkja trivnaðin millum næmingar og steðga happing, ein er um skúlanoktan, fýra eru um felags ráðlegging og lærarasamstarv og so eru fimm aðrar um ymisk evni. Tað er vanliga skúlin, sum sjálvur tekur stigið til ávísu verkætlanina; leiðarin ella lærarar í skúlanum skriva eina umsókn, har verkætlanin verður lýst, og Undirvísingarstýrið metir um umsóknina. Áður var tað Mentamálaráðið. Umsóknirnar, sum verða játtaðar, kunnu fevna um meiri enn eitt skúlaár, men vanliga skulu skúlarnir kortini søkja av nýggjum á hvørjum ári eftir tímum til somu verkætlan.

Formaður Føroya Lærarafelags fegnast um, at skúlar kunnu søkja um at sleppa undir royndar- og menningarvirksemi.

- Vit kunnu frøast um, at lærarar og skúlar hava hug at royna ymiskt, sum krevur meiri og størri orku enn tað, sum skúlin hevur. Tímajáttanin í skúlanum er so tepur, at skulu skúlarnir gera sær nakrar royndir av øðrum slagi, so mugu teir søkja um eykajáttan, tí at vanliga játtanin fer øll til uppgávur, sum eru bundnar av lógini. Royndar- og menningarvirksemi krevur nógv. Tað er eisini at frøast um, at verkætlanirnar eru ymiskar, og at skúlar vilja menna nýggjar arbeiðshættir, sum ikki verða so nógv brúktir frammanundan, fyri at møta teimum avbjóðingum, sum eru, og at gera skúlatilboðið betur.

Fleiri av verkætlanunum, sum hava fingið játtan, snúgva seg á ein ella annan hátt um lærarasamstarv og ráðlegging.

- Tað er sjónligt virði í tí, at lærarar samstarva og samstarva meiri og breiðari um undirvísingina og læringina og trivnaðin hjá næminginum. Tað sæst beinanvegin aftur í skúlanum. Men samstundis sum Undirvísingarstýrið játtar verkætlanum at hesum slagi tímar, minka tey tilvitað tíðina til samstarv sum heild í fólkaskúlanum. Tað undrar okkum. Skúlin er trýstur meiri og meiri tann vegin, at arbeiðið hjá lærarum er at undirvísa og bara undirvísa. Hvør lærari hevur í dag um 50 tímar færri í ársverkinum til samstarv og skúlamenning, samanborið við tað hann hevði fyri nøkrum árum síðan. Við øðrum orðum verða tímar til samstarv tiknir úr skipanini til allar skúlar, og so givnir út aftur til nakrar í sambandi við royndar- og menningarvirksemi. Fólkaskúlajáttanin leggur ikki í nóg stóran mun upp fyri, at skulu lærarar samstarva og menna skúlan, so má tíð setast av til tað.

At fleiri verkætlanir, sum hava við trivnað, happing og skúlanoktan eisini fáa játtan, er gott, heldur Jacob Eli S. Olsen, tí tað krevur nógva tíð og orku at arbeiða við trivnaði, ikki minst tá støðan er so álvarsom, at børn ikki megna at koma í skúla, ella skúlanoktan. Kunningartøknin fyllir eisini meiri og meiri í undirvísingini, og tí er ikki at undrast yvir, at vit síggja verkætlanir, sum taka støði í hesum, heldur hann.

- Kunningartøknin fyllir lítið í námsætlanunum, og lærarar hava lítið talgilt tilfar at taka til í undirvísingini at menna næmingarnar, men lærarar ynskja at fáa betri nyttu at tøknini í undirvísingini og gera næmingarnar stinnari í kunningartøkni sum amboð. Tí er tað gott, at vit hava royndar- og menningarvirksemi á hesum øki.

Kreativu og handaligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum hava leingi havt tað trupult, og støðan sær út ikki út til at batna, heldur Jacob Eli S. Olsen. Kortini kunnu vit gleðast um at síggja nakrar verkætlanir.

- At skúlar vilja royna nýggjar leiðir, tá ið talan er um kreativu og handaligu lærugreinirnar, er gott; samstundis meti eg, at umstøðurnar, sum hesar lærugreinirnar hava í fólkaskúlanum, ikki síggja út til at batna, og tað er sera spell. Tað eru fáar handaligar og listarligar vallærugreinar, og í ávísum førum eru bólkarnir blivnir størri.

Tað er einki í yvirlitinum yvir royndar- og menningarvirksemi, sum kemur óvart á formannin í Lærarafelagnum. Tó hevði hann viljað sæð fleiri, sum hava við arbeiðshættir í ymsum lærugreinum at gera.

Hóast formaður Føroya Lærarafelags fegnast um, at skúlar fáa játtan til royndar- og menningarvirksemi, so undrast hann á, at skipanin ikki verður ment. Hann heldur, at royndar- og menningarætlanir eiga at hava ein fylgibólk ella persón, ið er við í allari gongdini, fyri til seinast at skriva eina eftirmeting av menningarvirkseminum, ið aðrir skúlar kunnu fáa íblástur av.

- Hetta er upplagt høvi at knýta Námsvísindadeildina at fólkaskúlanum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.