Tíðindi

Fjórði hvør lærari í Danmark strongdur

Nýggj donsk kanning staðfestir, at triði hvør lærari arbeiðir uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og at fjórði hvør lærari kennir seg strongdan. -Tað er ikki í lagi, at lærarar skulu arbeiða í frítíðini, sigur danska lærarafelagið.

25.01.2018

Strongd er langt frá sjáldsamt at lærarastovum í Danmark. Nýggj kanning staðfestir, at fjórði hvør lærari kennir seg strongdan. Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø saman við FTF hevur staðið fyri kanningini. 25 % av lærarunum siga, at teir altíð ella ofta kenna seg strongdar. Hóast talið er høgt, kemur tað ikki óvart á Thomas Andreasen, sum er formaður í undirnevnd í danska lærarafelagnum, sum tekur sær av arbeiðsumhvørvi og fyriskipan.

Kanningin er gjørt á sumri 2017. 1.256 lærarar hava svarað spurnablaði. 42,6 prosent av lærarunum svara, at teir altíð ella ofta hava arbeiðsuppgávur, teir ikki hava tíð til. 42,5 prosent av lærarunum svara, at teir altíð ella ofta uppliva, at ferðin á arbeiðsuppgávunum er ov høg, soleiðis at tað ávirkar dygdina av arbeiði teirra, meðan 35,4 prosent svara, at teir altíð ella ofta fáa óvæntaðar arbeiðsuppgávur, sum setir teir undir tíðartrýst.

31,3 prosent av lærarunum svara, at teir altíð ella ofta arbeiða heima uttan fyri arbeiðstíð, meðan 24,3 prosent altíð ella ofta arbeiða frídagar. 36,3 prosent av lærarunu svara, at arbeiðið í stóran og ógvuliga stóran mun tekur so nógva orku, at tað gongur út yvir privatlítið.

Tað kemur tíverri ikki óvart á. Tað hava vit havt varhugan av, bæði út frá egnum kanningum og út frá arbeiði okkara í felagnum, sigur Thomas Andreasen.

Hann heldur, at tað eru tríggjar høvuðsorsakir til, at lærarar eru strongdir:

- Tað er serliga vantandi fyrireikingartíð saman við høgari arbeiðsferð og vantandi fleksibiliteti. Tað vita vit elvir til strongd, og tað mugu vit gera nakað við.

Kelda: folkeskolen.dk

Les alla greinina: https://www.folkeskolen.dk/624472/ny-undersoegelse-hver-fjerde-laerer-foeler-sig-stresset

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.