Tíðindi

Fjarundirvísing er ikki betri enn fjórðbest

- Hóast fjarleiðsla og fjarundirvísing ikki betri enn fjórðbest, hevur tað verið áhugavert og stuttligt at síggja, hvussu skjótt vit øll hava umstillað okkum, sigur Carl Eli Nolsøe Samuelsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn

25.05.2020

Skúlablaðið hevur sett nøkrum lærarum stevnu og spurt teir ymiskt í samband við fjarundirvísingina, ið hevur eyðkent undirvísingina í fólkaskúlanum síðan grækarismessu.

Hvussu hevur tú skipað fjarundirvísingina?

- Havi fjarundirvísing í fýra flokkum: Mínum 4.A, har eg eri flokslærari; 4.B; 5.B; og 6.A. Eg havi fýra videofundir á teams í mínum flokki, tveir í 6.A og ein í 5.B og ein í 4.B. Hetta hevur verið eitt puslispæl at fáa at ganga upp, tí eg eri í so mongum flokkum í miðdeildini, og alt skal sampakka við ynski og ætlanir hjá øðrum lærarum í øllum fýra flokkunum.

Men samstarvið hevur gingið framúr væl hjá okkum lærarum. Leiðslan hevur gingið á odda, verið greið og lagt lag á, samstundis sum eg merki, at vit hava varðveitt persónliga frælsið og metodufrælsið.

Eg skipi undirvísingina í samráð við leiðslu og hinar lærararnar á tann hátt, at vit hava greiðar reglur við næmingarnar um, at øll skulu verða virkin ta løtuna, vit eru saman á netinum. Vanliga eru fundirnir millum 45 min og 1½ tímar. Eftir eina lítla gjøgnumgongd/undirvísing havi eg givið mínum flokkum uppgávur á netinum (brúkt forritið, Forms á Office 365). Næmingarnir hava eisini brúkt bøkur og fingið heimaarbeiði. Eisini havi eg givið teimum størri uppgávur, sum tey senda mær við word.

Havi annars fortalt teimum gátur hvønn dag. Vanliga byrji eg við 2-3 gátum og endi við 2-3 gátum. Fekk íblásturin frá vinmanninum og læraranum, Sjúrði Ravnsfjall, sum undirvísir á Fløtum. Hetta elska næmingarnir. Royndi sum frægast at arbeiða sum um vit eru í floksstovuni. Hevur onkur føðingardag, ja, so spæli eg gittar, og vit syngja.

Hvussu ber til at røkka einstaka næminginum, tá persónliga sambandið ikki er til staðar á sama hátt?

- Ber illa til. Serliga er vandin stórur, at tey fakliga veiku fáa lítið burturúr. Tískil havi eg hugsað um at gjørt uppgávurnar so mikið opnar, at øll kunnu svara, og tískil merkja tey, sum stríðast, helst, at tey eru við umframt at tey sterkaru kunnu fara á flog og skriva nógv.

Hvussu hevur næmingaluttøkan verið?

- Sera góð. Hendingaferð er onkur ikki møttur uttan at siga frá, men sum heild eru tey øll møtt (í miðal hevur ein verið burtur).

Heldur tú, at næmingarnir hava fingið nakað burturúr síðstu vikurnar?

- Ja, fakliga, tað trúgvi eg. Men nærum øll siga seg sakna at koma í skúla. 

Er nakað, tú hevur hug at leggja afturat?

- Fjarleiðsla og fjarundirvísing er ikki betri enn fjórðbest, so tað verður sera gott at síggja børnini aftur. Men tað hevur verið áhugavert og stuttligt at síggja, hvussu skjótt vit øll hava umstillað okkum. Leiðslan og KT-vørðir hjá okkum eru sera virkin, og vit hava havt fund og samskifti við stjóran hvørja viku, samstundis sum vit hava fingið regluliga kunning á Office. Tað hevur verið ein kærkomin hjálp, og eg trúgvi, at frustratiónirnar høvdu verið øgiligar, um vit lærarar á okkara skúla ikki høvdu havt so greiðar leiðreglur.

Tekstur: Ragnhild Olsen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.