Tíðindi
11.02.2019
Ein av broytingunum, sum ætlanin er at gera í fólkaskúlalógini, er at heimila kommunum at leggja smærri skúlar saman við ein størri skúla. Í hoyringarskrivi í sambandi við m.a. hesa broytingina sigur Føroya Lærarafelag, at tað er avgjørt ein fyrimunur fyri smærru skúlarnar at samstarva við størri skúla. Slík samstørv eru longu skipað og virka eftir øllum at døma væl.
- Í uppskotinum verður skotið upp, at skúlar við færri enn 50 næmingum kunnu leggjast saman við størri skúla. Dentur verður lagdur á, at skúlin tó verður varðveittur sum undirvísingarstaður undir leiðslu av skúlanum, sum hann verður lagdur saman við. Hetta merkir í stuttum, at minni skúlin missir leiðsluna á staðnum. Á skúlum á hesi stødd eru settir fyrstulærarar. Tá ið næmingatalið er lágt, undirvísa fyrstulærararnir stóran part av arbeiðstíðini, og er leiðslutíðin sera lítil partur. Hóast lítla leiðslutíð hevur fyrstilærarin evstu ábyrgdina í skúlanum. Verður fyrstilæraraleikluturin tikin burtur, og leiðsluábyrgdin flutt til størra skúlan í samstarvinum, verður talan um fjarleiðslu, og tað er neyvan besta loysnin fyri minna skúlan.
Lærarafelagið vísir á, at skipanin við fjarleiðslu verður nýtt á øðrum almennum stovnum; felagið mælir til, at tað verður hugt at, hvussu hetta hevur eydnast, áðrenn slík skipan verður sett í verk í fólkaskúlanum. Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at ein ábyrgdarpersónur verður knýttur at undirvísingarstaðnum.
- Vit mæla til, at smærru skúlarnir framvegis hava fyrstalærara, ið hevur evstu ábyrgdina á staðnum. Uppskotið um skúlasamanlegging er ein háttur at sleppa undan ásetingini í grein 29, stk 5 í fólkaskúlalógini, ið snýr seg um atkvøðugreiðslu, tá ið ein kommuna hevur samtykt at leggja skúlar niður.
Enn er óvist, hvørja lagnu uppskotið til løgtingslóg um broytingar í fólkaskúlalógini fær, nú landsstýriskvinnan, sum hevur evnað uppskotið, er farin úr starvi. Hoyringarfreistin var úti 23. januar.
Mynd: húsini hjá Føroya Lærarafelag. Myndatakari: Ólavur Frederiksen