Tíðindi


Fjúrtanda Miðnámsritið komið

Enn eitt áhugavert Miðnámsrit er komið.

13. september 2017

Hesa kunnu vit lesa, at ársverkið á miðnámi køvir hugin hjá lærarum í teirra veruliga arbeiði. Tapararnir eru næmingarnir.

Kanning hjá Yrkisfelagnum Miðnámi vísir, at meginparturin av kvinnuligu miðnáms­skúlalærarunum við børnum í barnagarðs- ella skúlaaldri arbeiða undirtíð.

Nám vil hava fleiri føroyskar grundbøkur á miðnámi. Fyrr í ár var handritakapping, sum skuldi birta upp undir føroyska lærubókaskriving.

Jagstranin eftir próvtølum oyðileggur læring og fakliga dýpd. Tað hava lærarar vitað leingi. Miriam Brems, sum bara fekk 12-tøl á miðnámi, iðrar seg nú um, at hon ikki tók av møguleikanum at læra meira og fáa betri innlit og meiri vitan fyri eitt neyðars 12-tal.

Skulu vit framhaldandi duga fremmandamál í Føroyum? Maria Heradóttir rópar varskó, tí øll fremmandamál uttan eingilskt eru fyri stórari afturgongd í føroysku skúlunum.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Les Miðnámsritið her:

https://www.glasir.fo/wp-content/uploads/2017/09/Mi%C3%B0n%C3%A1msrit_14_september_2017.pdf

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.