Tíðindi

FirstClass og Facebook

Facebook ella aðrir sosialir miðlar eru gott íkast, men eiga og kunnu ikki setast í staðin fyri eitt skúlanet.

06.10.2017

Í álitinum, “kunningartøkni í fólkaskúlanum”, sum í 1998 varð handað landsstýrismanninum í mentamálum, varð m.a. mælt til at seta á stovn ein KT-depil, eitt skúlanet, og at allir næmingar og lærarar fingu teldupostadressu. Hetta var rættiliga framsíggið, men tilmælini vórðu fylgd og framd í verki. KT-depilin varð settur á stovn, og samskiftisskipanin, FirstClass, varð tikin í nýtslu. Eitt ódnartak, sum veruliga bar skúlan framá.

Tað tók tíð at fáa lærarar at brúka skipanina av álvara, men í KT-kanning í 2008, tíggju ár seinni, sæst, at 93% av lærarunum brúktu FC-skipanina regluliga. Umframt vanligu postskipanina hava lærarar havt stórt gagn av sokallaðu stevnunum á FC, har áhugabólkar hava sett spurningar, deilt vitan og skift orð. Eisini Lærarafelagið hevur havt stórt gagn av skipanini til samskifti við álitisfólk og limir. 

Í fyrstani var nógv gjørt burtur úr at implementera skipanina í fólkaskúlanum. Skipað varð fyri frálæru í teldunýtslu, sokallaða teldukoyrikortinum fyri lærarar, og um ár 2000 varð skipað fyri telduvarðaútbúgving. Hetta er tíverri bara minnir, tí lítið er hent síðan. Einstakir skúlar og onkur kommuna hava orðað eina kunningar- og samskiftisstrategi á skúlaøkinum, men Mentamálaráðið hevur verið eiðasørt.

Í hvønn mun næmingar brúktu skipanina, er ikki partur av kanningini í 2008. Trúligt er, at næmingatalið hevur verið munandi lægri, tí ábendingar eru um, at næmingar ongantíð av álvara tóku FC-skipanina til sín. Orsøkirnar eru ivaleyst fleiri, men rættiliga skjótt vóru aðrar og fyri ungdómar meira lokkandi skipanir atkomiligar, byrjanin til tað, vit í dag kalla sosialar miðlar.

Eisini lærarar hava tikið aðrar og meira smidligar pallar í brúk. Fyri góðum 6 árum síðan varð bólkurin, “Lærarar á facebook”, stovnaður. Stigtakarin sigur, at hetta er bólkur ætlaður fólki við læraraútbúgving, ið virka ella hava virkað í føroyska fólkaskúlanum; og teimum, ið hava ein serligan áhuga í fólkaskúlanum. Í løtuni eru oman fyri 770 limir í bólkinum. Facebook-bólkurin er av sonnum væleydnað átak, tí har er lívligt samskifti. Slóðir til áhugaverdar greinar um undirvísingar- og skúlaviðurskifti verða lagdar út, eins og hugskot og fyrispurningar um undirvísing og undirvísingartilfar. Tað er vælkent, at sosialu miðlarnir sleppa okkum undan okinum av at orða okkum so formliga ella soleiðis, sum hildið verður málsliga rætt, hinvegin eru tað áhugin og forvitnið, sum eru berandi.

Facebook ella aðrir sosialir miðlar eru gott íkast, men eiga og kunnu ikki setast í staðin fyri eitt skúlanet.

Fyrsta august í ár fór FirstClass-skipanin í skúlaverkinum í søguna. Skipanin er afturúrsigld, sigst, men ivaleyst hava fíggjarlig atlit, sparingar, eisini verið avgerandi. Í staðin eru lærarar og næmingar fluttir yvir í Office365-skipanina. Nýggja skipanin hevur umframt postskipan hópin av øðrum amboðum. At sleppa eini vælkendari skipan er ein avbjóðing, og ivaleyst fer tað at taka tíð, til allir lærarar kenna seg tryggar við nýggju skipanina. Skulu næmingar og lærarar veruliga gagnnýta fjølbroyttu Office365-skipanina, so má tíð setast av, so, í fyrstu syftu, lærarar fáa kunning og frálæru. Tað er undanstøkkingur at tvíhalda um, at tingini koma av sær sjálvum. Jú, hjá summum er vitanin og forvitnið so ráðandi, at tað kundi sæð so út, men skúlar mugu hava rásarúm, so skeiðsvirksemi verður ein partur av arbeiðstíðini. Á tann hátt røkka vit nógv, nógv longri.  
 
Oddagrein eftir Herálv Jacobsen, formann Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum, sum kemur í dag.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.