Tíðindi

Finka á úrvalslista at vinna BELMA

Føroysk skúlabók millum tær bestu í Evropa.

04.09.2020

Finka-Føroyskt til annan flokk, sum Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað, og Kathrina Skarðsá hevur teknað, er við í kappingini at gerast besti lærumiðil í Evropa. Bókaheildin Finka er nevniliga komin á úrvalslistan hjá dómsnevndini í BELMA (Best European Learning Matereals Awards). BELMA virðislønin verður latin á bókamessuni í Frankfurt á hvørjum ári. Tað er felagsskapurin European Educational Publishers Group, ið skipar fyri kappingini.

Í 2017 vann Marianna Skarðenni Poulsen handritakappingina, sum Nám skipaði fyri, og nú er útgávan Finka so innstillað at vinna BELMA virðisløn í bólkinum fyri undirvísingarmiðlar til grundskúlan.

- Vit vistu, at útgávan var góð, tí meldaðu vit hana til kappingina, og nú fáa vit eisini staðfest, at evropeiska elitan innan skúlabókaútgávu heldur tað sama.

Vit ynskja Marionnu og Kathrinu til lukku við innstillingini, og vit gleða okkum til 14. oktobur, tá ið vinnarin verður avdúkaður.

Kelda: nam.fo

Á myndini eru høvundur og ritstjórar. Mynd: Birgir Kruse

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.