Tíðindi


Finalan í Pangea-støddfrøðikappingini 2018

Kappingin er fyri skúlanæmingar í 3. flokk til 9. flokk, har næmingarnir kappast á sínum floksstigi.

30. apríl 2018

Finalan í Pangea-støddfrøðikappingini 2018 var í Skálanum í Norðurlandahúsinum leygardagin. Kappingin er fyri skúlanæmingar í 3. flokk til 9. flokk, har næmingarnir kappast á sínum floksstigi. Í ár hava 1836 næmingar úr 15 ymiskum skúlum víða um í landinum tikið lut í kappingini. Av hesum høvdu 35 roknað seg í finaluna, 5 í hvørjum árgangi. Endamálið við støddfrøðikapingini er at vísa næmingunum á støddfrøðina í skúlanum og geva næmingunum við áhuga og hegni í støddfrøði ein pall at vísa síni evni fram á.

Finalan var skipað so, at næmingarnir fingu 5 uppgávur at loysa í ein tíma. Og teir kýttu seg og roknaðu tíðina á tamb. Síðan vóru uppgávurnar rættaðar, meðan næmingarnir mettu um gongdina saman við lærarum og foreldrum. Nøkur royndu seg eisini í talvi ímóti fleirfalda føroyameistaranum í talvi, Rógva Egilstoft Nielsen, ið hevði ómakað sær í Norðurlandahúsið at heilsa uppá røsku roknararnar.

Eftir steðgin var samkoma í Skálanum, har allir luttakararnir fingu vakurt skreytblað, og vinnararnir vóru kunngjørdir. Jenny Lydersen frá Mentamálaráðnum helt røðu fyri luttakarunum og handaði vinnarunum eina snøgga glasplátu, til minnis um sigurin.

Ein væleydnaður finaludagur í góðum umstøðum í Norðurlandahúsinum. Fyrireikararnir av Pangea-støddfrøðikappingini, við Ugur Kevioglu á odda, takka øllum fyri alla hjálp og stuðul til kappingini í ár. Serliga tøkk til allar teir røsku roknararnar, tí uttan teir var eingin støddfrøðikapping. Tað er bara ein í hvørjum flokki, ið stendur eftir sum vinnari, men allir luttakararnir hava eisini hvør á sín hátt vunnið.

Vit síggjast aftur til Pangea-stødfrøðikappingina í 2019.

Finaluluttakararnir og vinnararnir vóru hesi:

3. flokkur: 

Óli Mikkelsen, Herbert Holm Johannesen, Poul  S. Eliasen, Helena Poulsen og Andrea á Rætt.

Vinnari var Herbert Holm Johannesen.


4. flokkur:

Poulina Restorff, Noah Bech, Aron Mikkelsen, Jónas Jóhansson og Urd Smith.

Vinnari var Poulina Restorff.

 

5. flokkur:

Luitjen Apol, Torkil Holm, Jóhann Lenvig, Bjarki Johannesen og Sissal R. Nolsøe.

Vinnari var Bjarki Johannesen

 

6. flokkur:

Gunnvá Nielsen, William Klevang Eikhólm, Hannes Dam, Matthias Ziskasen og Gunnvá Winther.

Vinnari var Hannes Dam.

 

7. flokkur:

Hørður Joensen, Danjal Leitisstein Olsen, Marita Arge, Jonna Beinta Eyvindsson og Kjartan Thomassen.

Vinnari var Hørður Joensen.

 

8. flokkur:

Fischer Eliassen, Elsa Brimnes, Hervør Debes Hammer, Petra Arnadóttir Nielsen og Jónas Edvard Lindenskov.

Vinnari var Hervør Debes Hammer.

 

9. flokkur:

Maria Gøthe Magnusdóttir, Pauli Magnussen, Teitur í Stórustovu, Magnus Joensen og Elinborg Weihe Thomasson.

Vinnari var Maria Gøthe Magnusdóttir.

Alt arbeiðið í Pangea-støddfrøðikappingini er sjálvboðið. Finaludagin hevði Norðurlandahúsið latið høli og Smakka veitti kaffi, te og saft til luttakarar og gestirnar.

Stuðlar:

Smakka, Nudlarvirkið, Rit og rák, Nám, SMS, Norðurlandahúsið, Eysturskúlin og BR

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.