Tíðindi

Felagstak fyri at fyribyrgja og viðgera strongd

Orsøkir til strongd eru sera truplar at nágreina. Ov truplar og krevjandi arbeiðsuppgávur, óhóskandi arbeiðsumstøður og persónligar umstøður kunnu elva til, at ein brýtur saman. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.

8. apríl 2020

Aðalmál okkara í Føroya Lærarafelag er at arbeiða fyri góðum arbeiðsumstøðum hjá øllum limum. Vit fylgja við, um allar mannagongdir verða fylgdar í sambandi við setan, rættindi, lønarviðurskifti, tryggingar og arbeiðstíð.

Formaðurin og nevndin hava nógv samband við álitisfólk og undirfeløg, og eisini ferðast nevndin, tá ið tíð og umstøður eru til tað, kring landið og hevur limafundir. Nú í vár eru fastlagdir fundir við øll okkara álitisfólk og varaálitisfólk.

Hóast vit tískil vita nógv um, hvat hendir á okkara arbeiðsøki, so hevur tað stóran týdning, at vit hoyra frá lærarum og leiðslum, um ymisk viðurskifti eru ivasom ella í ringasta føri ikki í samsvari við galdandi reglur.

Arbeiðsumhvørvi, heilsa og strongd á breddan

Seinast í februar hittust nevndirnar og umsitingarnar í Fakfelagssamstarvinum til ein arbeiðsdag um evnið arbeiðsumhvørvið, har serligur dentur varð lagdur á sálarliga heilsu og strongd.

Fakfelagssamstarvið umfatar Føroya Lærarafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag, Starvsmannafelagið, Akademikarafelag Føroya og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Eitt slíkt samstarv er gagnligt á nógvar hættir. Forfólkini og umsitingarnar hittast eina ferð um mánaðin at viðgera mál og vandaspurningar í felag. Allar nevndirnar í samstarvinum hittast vanliga tvær ferðir árliga, og eisini eru øll álitisfólkini í øllum feløgunum savnað at kalla hvørt ár.

Fakfelagssamstarvið leggur eisini ætlanir fyri, hvussu vit kunnu betra um arbeiðsumstøður á arbeiðsmarknaðinum, og hvussu vit kunnu ávirka myndugleikar og politisku skipanina tann vegin, sum vit halda er skilabest. Samstarvið hevur fleiri túsund arbeiðstakarar, og tískil vigar tað nógv.

Á arbeiðsdegnum hoyrdu vit áhugaverdan fyrilestur frá Pál Weihe og Anniku Helgadóttur Davidsen, sum eru í holtur við eina umfatandi, stóra kanning um arbeiðsumstøður hjá løntakarum í Føroyum. Okkum manglar tøl og fakta á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og tískil hevur Fakfelagssamstarvið stuðlað hesi verkætlan.

Sálarfrøðingurin, Suni Poulsen, greiddi frá kompleksitetinum við strongd, fyribyrgingarháttum og viðgerðarháttum. Hann mælti okkum til at taka leiðsluna við at verða leiðandi á økinum, tá ið um ræður at fyribyrgja og viðgera strongd. Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar vil fegið hjálpa og veita fakligan stuðul til ein veruligan strongdarpolitikk, nevndi hann.

Magni Mohr, ph.d. og granskari í fysiologi, greiddi í fyrilestri m.a. frá okkara týdningi og skyldu at røkja fólkaheilsuna hjá okkara limum. Magni vísti við sínum granskingarúrslitum á, at vit hava fingið polariseraðar bólkar bæði við børnum, ungum og vaksnum, har ein bólkur er sera væl fyri, men meirilutin er í sera ringum kropsligum formi.

Hetta hevur elvt til og kann elva til, at alsamt fleiri starvsfólk verða bæði kropsliga og sálarliga illa fyri og í ringasta føri als ikki arbeiðsfør. Rørsluátøk, trivnaðartiltøk við samspæli og rørslu, sum leiðslur og starvsfólk skipaðu fyri, kundu ivaleyst førkað tey flestu rætta vegin og havt við sær meira yvirskot á fleiri økjum í gerandisdegnum, mettu fundarfólk og fyrilestrarhaldarin.

Okkara lutur

Prátað varð um, hvat vit sum fakfeløg kunnu gera fyri at betra um viðurskifti viðvíkjandi trivnaði og strongd. Strongd er eitt komplekst hugtak, sum kann vera tongt at persónligum viðurskiftum; tongt at tí einstøku menskuni, men sanniliga eisini vera tongt at arbeiðsumstøðum og samskiftinum millum starvsfólk og millum starvsfólk og leiðslu. Í okkara føri kann eisini vera talan um viðurskifti millum lærara og næmingar og lærara og foreldur, sum kunnu elva til strongd og ótolandi og vánaligt arbeiðsumhvørvi.

Nevndirnar og umsitingarnar viðgjørdu í bólkum, hvat vit kunnu gera fyri at bøta um arbeiðsumhvørvi og strongdtilburðir.

Ein breið semja var um, at vit áttu at fingið myndugleikar at samskipað arbeiðið viðvíkjandi at orðað eina vegleiðandi mannagongd at bæði fyribyrgja og viðgera strongd fyri alment sett starvsfólk. Hetta kann eftir mínum tykki gerast í einum trípartasamstarvi, har almenni myndugleikin, fakfeløg og servitan (eitt nú umboð fyri Føroyskar Sálarfrøðingar) í felag kundu orðað vegleiðandi mannagongdir.

Eisini varð nevnt, at starvsfólk skulu gera tað arbeiðið, sum vit eru sett at gera, og ikki førka okkum óneyðugt inn á onnur arbeiðsøki og gera annað arbeiði ólønt.

Tá eitt starvsfólk hevur trupulleikar við rúsdrekka, so er ein greið mannagongd, sum beinanvegin hjálpir starvsfólkinum. Upplagt er eftir mínum tykki, at strongd og drúgv sjúkafrávera eigur at verða viðgjørt eins og almennur rúsdrekkapolitikkur á almennum arbeiðsplássum.

Myndugleikar og leiðslur á almenna økinum eiga ikki altíð at hugsa at effektivisera síni arbeiðspláss og starvsfólk. Serliga hjá okkum, ið eru á umsorganarøkinum, ið hava við menniskju og fjølbroyttar gerandisdagar at gera, er tað als ikki rætti hugburður at hugsa ov nógv um effektivitet og fáa tíðarætlanir og høg, fløkt mál at ganga upp í eina hægri eind innan stutta tíð. Ein góð leiðsla samvirkar við og raðfestir síni starvsfólk í øllum lutum. Vit, ið ikki eru í leiðslustarvi, eiga eisini at minnast til at viðurkenna góðar leiðslur. 

Øll eiga at kenna frælsi, metodufrælsi og ávirkan í sínum egna dagliga arbeiði. Tá fært tú nøgd starvsfólk, ið kenna seg hoyrd og vird, og harvið minkar helst møguleikin fyri strongd.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.