AKT-felagið
Felagið varð stovnað 19. februar 2010.
Í felagnum eru umleið 25 limir.
Endamálið hjá felagnum er at virka fyri teimum málsøkjum, sum AKT-lærarar arbeiða við og at fáa í lag og røkja samstarv við limirnar.
Felagið virkar fyri:
- at AKT-lærarar hava best møguligu kor at virka undir,
- at útvega tilfar til AKT-lærarar,
- at kunna um arbeiðið hjá AKT-lærarum
- at ráðgeva Føroya Lærarafelag í fakfelagsspurningum, sum viðkoma AKT-lærarum
- at virka fyri støðugari útbúgving av limum fyri at gera teir førar fyri at taka nýggjar tættir upp í arbeiðinum.
Í nevndini í AKT-felagnum sita:
Miriam Nolsøe Johannesen, forkvinna
Jonna Helena Hansen, peningarøkil
Sigrid av Reyni Thomassen, skrivari
Karina Magnussen, nevndarlimur
(dagført 13. juni 2022)