Tíðindi

Fartelefonvanar hjá foreldrum ávirka børnini

Vert er kanska hjá vaksnum at hugsa um, hvussu ofta vit lata telefonina bróta gerandisdag okkara av, tá vit eru saman við børnunum.

30.08.2018

Gransking, sum er kunngjørd í tíðarritinum Child Development, vísir, at fartelefonnýtslan hjá vaksnum kann hava neiliga ávirkan á, hvussu børn uppføra seg.

Talan er um innleiðandi gransking, ið ikki er stór í vavi, men granskarar hava fylgt mammum og pápum í 170 heimum. Báðum foreldrum varð álagt at skráseta nýtsluna av fartelefonum, teldlum og teldum, og hvussu ofta tólini sluppu at bróta gerandisdagin av og órógva familjuna. Hetta at bróta av merkti heilt vanliga telefonnýtslu, so sum at hyggja at sms-boðum og telduposti, tá familjan annars var saman um máltíðir, spæl, ella í gerandisdegnum, og undir samrøðum við børnini.

Úrslitini eru greið; sjálvt smá avbrot hava ávirkan á børnini. Granskarar sóu samanhang millum tal av avbrotum, og hvussu ofta børn gjørdust følin, snarsint, ovurvirkin ella ússalig. Hetta gjørdi seg galdandi, eisini tá granskarar tóku hædd fyri viðurskiftum, so sum foreldrastongd, umhvørvinum í familjuni, bakgrund hjá foreldrum, ið alt eru viðurskifti, ið eisini kunnu ávirka atferð hjá børnum.

Smá avbrot í gerandisdegnum ávirkaðu børnini. Við øðrum orðum skuldi ikki nógv til, áðrenn børnini lótu seg ávirka av telefonnýtsluni hjá foreldrunum.

Umleið helmingurin av foreldrunum søgdu, at tey vórðu avbrotin 3 ferðir, ella meira, ein vanligan gerandisdag, meðan 40% søgdu, at hetta hendi 2 ferðir. Bert 11% søgdu, at tey ikki lótu seg avbróta.

Ætlanin við granskingarætlanini er sjálvsagt ikki, at foreldur ikki skulu hava fartelefonir, men orsøk er kanska til at hugsa seg um, og hava løtur á degnum, har teldu- ella telefonskíggin ikki órógvar, og kann hetta til dømis vera til máltíðir, og tá spæl og tílíkt er á skránni, so trygd fæst fyri, at óneyðug avbrot ikki koma fyri og órógva.

Tekstur: Dagfinn Olsen

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.