Tíðindi

Far av Facebook og klára próvtøkuna væl

Serliga lesandi, sum klára seg illa, hava stórt gagn av at halda seg burtur frá Facebook

10.01.2020

Granskarar við University of Technology Sydney (UTS) hava samanborið tíðina, ið lesandi brúka á Facebook við karakterirnar, tey fáa. Granskingin vísir, at brúkar tú nógva tíð á sosiala miðlinum kann tað føra við sær verri karakterir. Men tað er serliga tey, sum stríðast at fáa góðar karakterir, ið verða meinast rakt.

– Lesandi, sum ikki klára seg væl og stríðast við at hugsavna seg og at hava tamarhald á lesnaðinum, gerast lættari burturhugað á Facebook, sigur James Wakefield, granskari.

Universitetini í Avstralia nýta stig í próvtøkuuppgávunum, har nógv stig geva høgan karakter.

– Tað, sum vit sóu, var, at um tey lesandi vóru tríggjar tímar á Facebook um dagin, var munurin umleið 6 stig í eini próvtøku, sum er mett til 60 stig, ella 10 prosent.

- Tey, sum vóru stinn í lærugreinini, vórðu ikki ávirkað á sama hátt av at brúka tíð á Facebook. Tað sær út til, at tey, sum klára seg illa, brúka tíðina á sosialu miðlunum, heldur enn at brúka tíð til lesnaðin, men tey, sum klára seg væl, klára bæði at vera á sosialu miðlunum og lesa, sigur Wakefield.

Wakefield viðmælir tí næmingum, sum stríðast í skúlanum, um at sløkkja fyri telefonini og at brúka minni tíð á Facebook. Hann heldur, at lærarar mugu taka ábyrgd; hann vísir á, at summir lærarar geva næmingum boð á sosialum miðlum. Tað áttu teir ikki at gjørt, heldur hann.

Hóast tey lesandi í avstralsku kanningini kláraðu seg illa fakliga, merkir tað ikki, at tey eru býtt. At tú ikki megnar at fara upp til próvtøku – hóast tú hevur lisið nógv – kann vera tí, at tú hevur trupulleikar við at hugsavna teg. Í grein mælir Per Einar Binder, professari, frá, at næmingar hava nógvar bóltar í luftini beint undan eini krevjandi próvtøku.

– Vit megna í grundini ikki at gera nógv ting í senn. Gert tú fleiri ting í senn, so flytur tú uppmerksemi millum tað, tú ert í holt við, sigur hann.

Øll eru ikki samd, tí ein amerikonsk kanning bendir á, at sosialir miðlar kunnu hjálpa okkum at minnast betur.

 Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni