Tíðindi

Fakuppbýtti skúladagurin ein forðing

Summir skúlar og lærarar eru trekir at gera broytingar í mátanum, teir undirvísa, vísa eftirmetingar av Biophilia-verkætlanini

21.04.2017

Mikudagin var endabresturin í Biophilia-verkætlanini við millum øðrum framførslum og fyrilestrum umframt at vinnararnir í Biophilia-kappingini vóru avdúkaðir. Verkætlanin hevur vart í trý ár. Biophilia hevur til endamáls at eggja til tvørfakligt samstarv, sum skal menna fakligu og skapandi evnini og førleikarnar hjá næmingunum í fólkaskúlanum. Hon leggur upp til, at lærarar og næmingar arbeiða í toymi, har lærarar gera tvørfakliga undirvísingargongd, og næmingarnir fyrireika eina framførslu, grundaða á tvørfakligu undirvísingargongdina.

Biophilia er norðurlendskt samstarv, og tað er Erla Olsen, adjunktur á Námsvísindadeildini, sum hevur samskipað føroyskað partin.
- Tað ber til at arbeiða tvørtur um allar lærugreinir; tað er týdningarmikið at arbeiða tvørtur um lærugreinir, tí vit fáa ein betri skúla. Vit skulu ikki arbeiða tvørgreinaligt, tí onkur sigur, at vit skulu, men tí at tað er viðkomandi at arbeiða tvørgreinaligt. Kanningar, sum vit hava gjørt, vísa, at bæði tvørgreinaligt samstarv og samstarv innan lærugreinir er lítið av í okkara skúla, umframt at vit hava ilt við at flyta okkum frá siðbundnari undirvísing til øðrvísi undirvísing, sum ikki er, at lærarin stendur framman fyri eini talvu. Tvørgreinaligt samstarv hevur týdning, tí samfelagið er fjølsamansett, og vitan er fjølsamansett. Men skúlin er ikki fjølsamansettur; í staðin er hann býttur sundur í lærugreinir, har tú hevur eitt evni í senn. Skúlar, sum hava siðvenju at hava evnisvikur til dømis, hava havt lættari við at taka hetta til sín enn aðrir.

Grundin til, at tað er so trupult at fáa lærarar at arbeiða tvørtur um lærugreinir, er lutvíst vantandi siðvenja, og lutvíst at tað er nógv meiri tíðar- og orkukrevjandi.
- Lærarar vita, hvat teir hava við at undirvísa, sum teir plaga; at bróta upp og arbeiða tvørtur um lærugreinir er onkursvegna at biðja um ruðuleika. Summir skúlar og lærarar eru trekir at gera broytingar. Fakuppbýtti skúladagurin ein forðing. Leiðslan eigur at eggja lærarum til at tora at gera broytingar.

Eftir ætlan skuldi Biophilia fremjast úti í skúlunum av lærarunum sjálvum, men nógvar avbjóðingar hava verið.
- Tað hevur verið torført at fingið gongd á, fimm skúlar meldaðu til, og tríggir hava roynt seg. Nógvir lærarar hava fingið skeið í at arbeiða tvørgreinaligt, teir fyrstu verða lidnir í summar.

Erla Olsen heldur, at ein orsøk til vantandi áhugan fyri Biophilia er, at verkætlanin hevur verið stýrd úr erva í staðin fyri, at áhugin er komin frá lærarum sjálvum.
- Við at hava skeið fyri lærarum í tí at arbeiða tvørtur um lærugreinir, fer at skapa áhuga millum lærarar at taka hetta til sín. Eftirmetingar hava víst, at lærarar eftirlýsa skeið í hesum.

Seturstokið er partur av Biophilia-verkætlanini; tað hevur verið nógv lættari hjá skúlum at taka ímóti seturstokinum enn Biophilia. Seturstokið ber í sær, at læraralesandi hava verkstovur í skúlum.

Tvørfaklig, kreativ og aktiv undirvísing umframt Seturstokið halda fram sum verkætlan á Námsvísindadeildini.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.