Tíðindi

Fakligheit í skúlanum

Skal skúlin framhaldandi mennast, er neyðugt við størri játtan, so lærarar kunnu menna sínar førleikar. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

02.07.2021

Nú skúlin er við at rigga av á hesum sinni, tí skúlaárið er við at vera runnið, eru fyrireikingarnar til komandi skúlaár langt síðani byrjaðar. Leiðslur skulu seta lærarar, UMMR skal seta stjórar, fyri at skúlin kann koma so væl sum gjørligt gjøgnum komandi skúlaár.

Men hvat hevur týdning í einum skúla ,og hvørjir førleikar eru neyðugir fyri at skúlin kann fungera? Fyrst og fremst má hann hava útbúnar lærarar, lærarar, ið umboða ymiskar lærugreinar. Harafturat er neyðugt við lærarum við serligum førleikum. Tað eru nógvar ymiskar eftirútbúgvingar, ið lærarar hava tikið millum ár og dag. Serlærari, lesivegleiðari, orðblindalærari, AKT-lærari, bókavørður og onnur. Fleiri av teimum, ið eg havi nevnt her, kundu hugsað sær at endurnýggjað sína útbúgving, tí tað hendir so nógv alla tíðina, so endurnýggjan skal til, um man ikki skal enda sum eftirbátur. Men tað er torført, tí pengar eru ikki tøkir til tess, ella skulu teir finnast innan fyri verandi karm.

Pengar ikki tøkir, hmm ... Hvussu ber tað til, at onnur øki í samfelagnum á hvørjum ári mugu fáa eykajáttan, meðan skúlin ongantíð hevur tørv á eykajáttan? Hvussu ber tað til, at vit hava ein so góðan skúla, sum vit hava? Man tað vera tí, at tað enn verður sæð sum eitt kall?

Vónandi ikki. At vera lærari krevur nakað serligt, tað krevur, at man er fakliga dugnaligur innan nógv øki, samstundis sum tað er neyðugt at duga týdningin av at hava gott og uppbyggjandi samband við næmingar, foreldur, starvsfelagar og leiðslu. Her er nokk at fyrihalda seg til.

Tann góði lærarin er ikki neyðturviliga tann fittasti lærarin, men lærarin, ið næmingarnir kenna sum rættvísan, stundisligan og nærverandi. Ein, sum hevur stundir til teirra og sum sær møguleikar heldur enn avmarkingar.  

Skúlin hevur tørv á, at lærarin kann hugsavna seg um at vera saman við næmingunum um fakligheit. Tað er nógv, sum skal náast gjøgnum árið, og tað er ikki altíð, at man kemur longst við at lesa ella rokna mest, men heldur við at fáa gott prát ella kjak í lag, soleiðis at man gevur næmingunum amboð til at skilja tað, sum liggur fyri teimum. Hetta náa vit við at hava fakligheitina í hásæti, tá vit hugsa skúla. Lærararnir vita, hvussu hetta skal gerast, tí tað er ymiskt hjá hvørjum einstøkum. Skal skúlin framhaldandi mennast, er neyðugt við størri játtan, so lærarar kunnu menna sínar førleikar. Uttan henda møguleikan fáa vit ikki sum mest burtur úr tilfeinginum í skúlunum, og tað plagar at vera eitt aðalmál í sær sjálvum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.