Tíðindi


Fakliga stigið í náttúruvísindum í fólkaskúlanum skal lyftast

- Eg arbeiði fyri at styrkja náttúruvísindaligu lærugreinirnar, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum

1. mai 2017

Í Skúlablaðnum, sum júst er komið, vísa lærarar og onnur á, at fakliga stigið í náttúruvísindaligu lærugreinunum í fólkaskúlanum kann verða lyft við, at lærarar sleppa á skeið ella fáa eftirútbúgving í náttúruvísindum; umframt verður víst á, at tilfar í náttúruvísindum eigur at verða framleitt, og tilfarið, sum er, dagført.

Tá ið úrslitið av seinastu PISA-kanningini varð almannakunngjørt í desember í fjør, segði landsstýriskvinnan við skúlamálum, at hon fer at arbeiða fyri at styrkja náttúruvísindaligu lærugreinirnar. Vit hava spurt hana, hvørji stig hon fer at taka.
- Eg arbeiði fyri at styrkja náttúruvísindaligu lærugreinirnar. Í summar taka 30 lærarar prógv sum støddfrøðivegleiðarar. Hetta er diplomútbúgving, sum telur 60 ECTS-stig. Útbúgvingin gevur teimum førleika at vegleiða lærarar, leiðslu, foreldur og næmingar í støddfrøði bæði viðvíkjandi at skipa fjølbroytta undirvísing við atliti at háttalagi og innihaldi og næmingalagaðari undirvísing, so skúlin í støddfrøðiundirvísingini røkkur øllum næmingum, at nýta tøkni í støddfrøðiundirvísingini, at meta um praksis í egnum skúla, at nýta tilfar og hjálparamboð og at taka støðuroyndir/testir og meta um, hvat skal setast inn í mun til úrslitið.

Tað er alsamt neyðugt at menna fakliga og námsfrøðiliga partin í undirvísingini, bæði við skeiðum og undirvísingarmiðlum, sigur Rigmor Dam.
- Námsvísindadeildin skipar næsta skúlaár fyri linjulestri í alis/evnafrøði og náttúru og tøkni, og linjulesturin verður samstundis boðin sum eftirútbúgving fyri lærarum. Síðani 2011 hava tvey hold tikið linjulestur í alis- og evnafrøði og somuleiðis í náttúru og tøkni. Nakrir lærarar hava eisini tikið linjulesur í alis-evnafrøði sum eftirútbúgving. Broyting er eisini gjørd viðvíkjandi linjulestri á Námsvísindadeildini. Lærarar lesa nú 3 linjur og velja linjulærugrein beinanvegin, teir byrja. Hetta ger, at linjugreinavalið verður fjølbroyttari, og at fakini verða vald regluligari. Støddfrøði hevur verið linjugrein á hvørjum ári. Harumframt skipar Nám á hvørjum ári fyri styttri skeiðum innan náttúruvísindi.

Ætlanir eru eisini at seta átøk í verk at menna økið við at útbúgva náttúruvegleiðarar.
- Eg havi leingi hugsað, at vit áttu at útbúgvið sonevndar náttúruvegleiðarar í Føroyum, bæði í mun til kunning til almenningin um føroysku náttúruna, til ferðavinnuendamál og til dagstovnar og skúlar at brúka. Aðrastaðni hava tey náttúruvegleiðarar, sum arbeiða á natúrskúlum úti í náttúruni, har fólk kunnu koma á vitjan og læra um náttúruna saman við teimum serkønu. Vit liva av og í náttúruni, so vit áttu at ment kunnleikan til okkara vøkru, men eisini viðbreknu náttúru longu frá smábarnaaldri. Virðismiklu vistskipanina, sum vit menniskju við viti og skili hava ábyrgd av at halda í javnvág – so aftur her, eins og í so mongum øðrum lutum í samfelagnum og lívinum sum heild, so snýr tað seg um burðardygd: at vit virða og javna tað tilfeingi, sum vit varða av. Ein slík útbúgving kundi verið skipað undir Námsvísindadeildini, sum eftirútbúgving ella sum sjálvstøðug styttri útbúgving, til dømis í sambandi við ferðavinnuútbúgvingina í Vestmanna.

Í samrøðu í Skúlablaðnum, sum júst er komið, vísir Jacob Eli S. Olsen, sum hevur undirvíst í náttúruvísindaligu lærugreinunum seinastu 16 árini, á, at lítið og einki undirvísingartilfar er tøkt um føroysku fiskivinnuna til næmingarnar í fólkaskúlanum. Rigmor Dam er ikki samd við Jacob Eli S. Olsen í, at støðan er so ring.
- Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, so tað er umráðandi, at vit hava nøktandi undirvísingarmiðlar í fiskivinnu. Tað er ikki so, sum sagt verður, at einki tilfar er, men tað eru tó glopp, t.d. í 4. og 5. flokki, umframt at okkum vantar dagført tilfar.

Landsstýriskvinnan vísir á hetta tilfar, sum er tøkt til innskúlingina í heimstaðarlæru.
- Har er tilfar til fyrsta flokk, t.d. um góðan kost úr fiski, til annan flokk um flóð og fjøru, fiskasløg, fiskileiðir og bátasløg, og triðja flokk um kost og heilsu, har fiskur eisini er ein partur. Í miðdeildini er kostur og heilsa eisini evni, har fiskur og fiskiviðurskifti fyrr eru partur. Í hádeildini vantar okkum nýggjari tilfar í fiskivinnu í hádeildini, nakað er teldutøkt. Í tilfarinum, sum verður gjørt til samfelagsfrøði í 7. – 9. flokki, snýr ein partur av tilfarinum seg um fiskivinnu og fiskivinnupolitikk. Harumframt verður evnið um fisk og fiskivinnu viðgjørt í hesum undirvísingartilfari í hádeild. Í lívfrøði til sjeynda flokk er evnið til dømis fiskalikamið, fiskasjúkur, alivinna og fiskaaling, og í lívfrøði til áttanda flokk er evnið vistfrøði, fiskastovnar, gróður og gýting. Har verða lyklatøl um Føroyar eisini tikin við, eitt nú fiskiskapur, vinnubýti, útflutningur og útflutningsvørur.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.