Tíðindi


Fýra stilla upp til nevndina

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag 21. apríl er m.a. val til nevndina á skránni.

3. apríl 2018

Tá freistin at stilla upp var úti leygardagin 31. mars 2018, høvdu fýra stillað upp. Tveir nevndarlimir standa fyri vali. Tey, ið standa fyri vali, eru Jacob Eli Olsen, næstformaður og lærari í Eysturskúlanum, og Andrea á Rípuni, kassameistari og lærari í skúlanum á Giljanesi. Tey stilla bæði uppaftur. Umframt tey bæði stilla Jákup av Skarði, fyrstilærari í skúlanum í Nólsoy, og Anna Dalsgaard, lærari í skúlanum á Fløtum, upp til nevndarvalið. Aðalfundur Føroya Lærarafelags verður í Læraraskúlahøllini leygardagin 21. apríl 2018 kl. 10.00.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.