Tíðindi
03.12.2019
Nýggjasta PISA-úrslitið vísir, at vit hava lyft okkum úr botninum; hóast vit kunnu fegnast um tað, mugu vit ásanna, at vit framvegis ikki teljast millum tey frægu ella bestu, í øllum førum ikki, um vit brúka PISA sum barometur. Lesiførleikin hjá okkara næmingum er ikki nøktandi; nógvir næmingar liggja á stigi 2, sum als ikki er nøktandi, tí sambært OECD er stig 2 ikki góðkent førleikastig og verður als ikki mett at vera nøktandi førleikastig til eina framkomna skúlaskipan. Á stigi 3 liggja Føroyar ájavnar OECD-miðal, men so gongur hinvegin. Tá ið PISA-kanningin varð løgd fram á Hotel Føroyum í morgun, var aftur og aftur víst á námsætlanirnar; námsætlanirnar eru stýrandi fyri, hvat undirvíst verður í skúlunum, og sambært teimum, sum løgdu úrslitið fram, eiga námsætlanirnar at verða broyttar, soleiðis at førleikamál, sum PISA setir, eisini eru í námsætlanunum.
- Námsætlanirnar eiga at verða tillagaðar soleiðis, at tað verður størri dentur lagdur á sjálvstøðug hugleiðandi hugsan, dýpdarlesing og útgreinan av fløktum upplýsingum. PISA hevur ógvuliga yvirskipað mál; eftir mínum tykki hava vit av órøttum sett PISA í ringt orð, tí tað, sum PISA leggur dent á, eru førleikar, sum eru góðir og neyðugir hjá næmingum í einum framkomnum samfelag at hava. Klárar tú teg illa í lesing, er tað trupult hjá tær at megna skúlan, sum í so øgiliga stóran mun setir krøv til góða lesifatan, sigur Vár í Ólavsstovu, ið hevur havt ábygdina av partinum um lesing í PISA-kanningini.
Tá ið talan er um lesing, eru fýra greið og ítøkilig tilmæli í nýggju PISA-frágreiðingini: 1. At seta á stovn vitanardepil fyri lesing, 2. at fáa neyvari ásetingar í námsætanina viðvíkjandi teimum lýtum, sum kanningin vísir á, 3. seta próvtøkuuppgávur samsvarandi teimum lýtum, sum eru í kanningini, og 4. styrkja føroyskt sum amboðslærugrein í dagstovna- og skúlaskipanini.
- Ítøkiliga merkir fjórða tilmælið, at vit skulu leggja størri dent á fakliga lesing, at duga útgreina og viðgera tekstir; umframt er sera umráðandi, at næmingarnir duga at skriva og bera fram hugsanir. Hetta eru grundleggjandi førleikar, sum næmingar eiga at læra í lærugreinini føroyskt. At styrkja føroyskt sum amboðslærugrein í dagstovnaskipanini hevur eisini týdning, tí næmingarnir mugu vera fyrireikaðir at koma í skúla; tað vil siga, at tað eigur at verða arbeitt tilvitað við, at børnini fáa ríkt og gott orðfeingi, at tey duga at hugsa sjálvstøðugt. Í læraraútbúgvingini leggja vit dent á øll hesi viðurskiftini, men linjulærugreinirnar eru smáar, og tað er altíð ein avbjóðing at røkka og rúma øllum tí, vit vilja røkka, og tá er faklig lesing kanska eitt øki, sum ikki hevur fingið nóg stórt gætur. Hinvegin eiga lærarar at hava høvi at kunna nema sær betri førleikar í hesum viðurskiftum í eftirútbúgving.
Nýggjasta PISA-úrslitið vísir eins og aðrar kanningar, at føroyskir næmingar lesa alt ov lítið. Kortini er einki tilmæli um átøk til frama fyri, at næmingar fara at lesa meiri.
- Í kanningini vísa vit á, at næmingar lesa, tí teir verða bidnir at lesa. Nýggja úrslitið vísir, at tað er neyðugt at halda fast við, at næmingar verða bidnir at lesa, tí annars lesa teir helst uppaftur minni enn teir gera. Skúlin má partvís taka hetta á seg; avbjóðingin er bara, at skúlin hevur so ógvuliga nógvar uppgávur. Hetta er heilt greitt ein uppgáva hjá einum vitanardepli fyri lesing at arbeiða meiri við. Ein slíkur depil hevði kunnað komið við tilmælum, umframt at hann hevði kunnað savnað vitan um økið, soleiðis at vit kunnu byggja eina betri lesimentan upp.