Tíðindi

Føroyska læraraútbúgvingin væl skipað

Og fakliga dygdin er á høgum stigi. Tað heldur Páll Magnus Dam í Baianstovu, sum hevur tikið lut á norðurlendskari ráðstevnu í Keypmannahavn um dygdina í læraraútbúgvingini

01.11.2022

Evnið á norðurlendskari ráðstevnu herfyri var læraraútbúgvingin og lærarastarvið í breiðastu merking – við høvuðsdenti á dygdina í læraraútbúgvingini. NLS, Nordiska Lärarorganisationers Samråd, skipaði fyri. Læraralesandi úr øllum Norðurlondum hittust.

Føroyska umboðið var Páll Magnus Dam í Baianstovu, lesandi á triðja ári á læraraútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya.

Hann er frammanundan limur í samstarvsnevndini, sum er bindiliðið millum myndugleikar og skúla. Í samstarvsnevndini eru umboð fyri Mentamálaráðið, sum varðar av skúlamálum, umboð fyri leiðsluna á Læraraskúlanum og eitt umboð fyri tey lesandi.

- Endamálið við ráðstevnuni er, at londini læra av royndum hvør hjá øðrum og skifta orð um týðandi mál, ið hava við skúla og skúlaskap at gera. Lyklaorðið í øllum skúlaskapi er menning, og vit mennast bara í samstarvi við onnur. Tí hevur tað týdning at taka lut og vera við á ráðstevnuni, sigur hann.

Páll Magnus Dam í Baianstovu heldur, at tann føroyska læraraútbúgvingin neyvan stendur nakað aftan fyri útbúgvingarnar í hinum Norðurlondunum. 

- Tá eg byrjaði á Fróðskaparsetrinum, kom tað óvart á meg, hvussu væl útbúgvingin er skipað, og á hvussu høgum stigi hon í veruleikanum er. Toymið við undirvísarum er væl mannað og væl útbúgvið, og tey lesandi eru eisini væl fyri og megna ta ørgrynnu av fakligum tekstum, ástøði og háttaløgum, ið krevst. Tað ger, at dygdin á útbúgvingini er á sera høgum stigi, sigur Páll Magnus Dam í Bainstovu.

Hann vísir á, at seinastu árini hava nógv fleiri umsóknir verið enn tøk pláss eru á læraraútbúgvingini. Tað vísir, heldur hann, at áhugin at útbúgva seg til lærara er stórur. Av tí sama eru krøvini at lúka fyri at sleppa inn á útbúgvingina ógvuliga høg. Tað krevst við øðrum orðum eitt rímiliga høgt miðalpróvtal at sleppa ígjøgnum nálareygað.

Føroyska læraraútbúgvingin hevur tí onga orsøk at smæðast burtur millum útbúgvingarnar í hinum Norðurlondunum, heldur hann. Tvørturímóti kann føroyska útbúgvingin kveikja og veita øðrum íblástur, eins og vit fáa íblástur, tá ið vit læra av royndum hjá øðrum. Og tað er nettupp ætlanin við ráðstevnuni í Keypmannahavn.

Eitt dømi, ið prógvar uppáhaldið um styrkina í teirri føroysku útbúgvingini, heldur Páll Magnus Dam í Baianstovu vera, at føroysk læraralesandi mangan standa seg væl og fáa góð skoðsmál, tá ið tey eru í starvsvenjing – ikki bara í Føroyum, men eisini uttanlands. Fimm føroysk lesandi vóru herfyri í starvsvenjing í Odense í Danmark, og har fingu tey ógvuliga góð ummæli. Tað styðjar og styrkir trúnna upp á, at útbúgvingin á Frælsinum í Havn er góð og stendur einki aftan fyri aðrar, heldur hann.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2022.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.