Tíðindi

Føroyar lesa

Í dag verður átakið Føroyar lesa skotið í gongd. Átakið hevur til endamáls at varpa ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum.

17. september 2020

Átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Skipað verður fyri tiltøkum, har fólk savnast um tað at lesa. Í hesum sambandi er heimasíða gjørd. Hon verður miðdepil fyri íblástur, upplýsing og kunning um lesing, soleiðis at børn og vaksin, privatpersónar og starvsfólk á ymiskum økjum kunnu finna viðkomandi tilfar.

Hví skipa fyri hesum átaki?

At lesa er eitt amboð, sum vit øll hava tørv á uttan mun til, um vit eru børn ella vaksin, og hvørja leið vit fara í lívinum. Vit brúka lesiførleikan hvønn dag og í størri mun í 2020 enn nakrantíð áður. Samskifti millum fólk fer alsamt meira fram umvegis skrivaðan tekst. Vit lesa, tá vit kjatta á sosialum miðlum, skriva ein stíl, smíða eini hús ella senda ein teldupost. Lesiførleikin er eitt amboð, sum vit øll hava tørv á – serliga á móðurmálinum, sum vit brúka hvønn dag.

At lesa er ein lykil til óteljandi góðar upplivingar, sum vit kunnu hava sjálv og saman við øðrum. Bókmentirnar bjóða okkum at síggja onnur menniskju og heimin, sum vit liva í, úr nýggjum og øðrvísi sjónarhornum. Vit kunnu eisini spegla okkum og lesa um onnur, ið eru í somu støðu sum vit. Bókmentir eru ein ógvuliga fjølbroytt list, sum vit øll kunnu uppliva og njóta – tað ræður bara um at finna ta røttu bókina.

Átakið er sprottið úr stóru lesivanakanningini, sum varð gjørd í trimum árgangum í fólkaskúlanum um ársskiftið 2017/2018. Hon staðfesti, at tveir triðingar av børnunum í 4., 6. og 9. flokki lesa ongantíð. Býtt út á teir tríggjar árgangirnar, so lesa 33 % av næmingunum í 4. flokki í frítíðini, 28 % av næmingunum í 6. flokki og 12 % av næmingunum í 9. flokki. Líknandi kanning er gjørd í Danmark á heysti 2017; samanborið við javnaldrarnar í Danmark lesa børn í Føroyum nógv minni, hóast børn í Danmark hava væl longri skúladag, mangastaðni væl longri leið í skúla og brúka líka nógva tíð til talgildu miðlarnar sum føroysk børn. 62 % av børnunum í 4. flokki og 42 % av børnunum í 6. flokki í Danmark lesa fleiri ferðir um vikuna; tað er í roynd og veru tvífalt so nógv sum í Føroyum.

Átakið varir í 3-5 ár. Tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum skipar fyri. Arbeiðsbólkurin, sum samskipar Føroyar lesa, er settur saman av starvsfólki á Námi og Bókadeild Føroya Lærarafelags; umframt er verkætlanarleiðari settur. Vónin er, at øll taka væl undir við átakinum.

https://www.føroyarlesa.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.