Tíðindi


Føroya Lærarafelag sett spor í føroyskari skúlasøgu

Úr søgu Føroya Lærarafelags. 2. partur

10. mars 2018

III. Seinni helmingur av 20. øld.

Heilt frá fyrstu árum felagsins stuðlaði tað tiltøkum, ið vóru føroyskum børnum skúlaliga og mentanarliga at gagni. Nevnast kunnu hesi útgávutiltøkini:

Barnablaðið “Ungu Føroyar”, sum Símun av Skarði og Símun Pauli úr Konoy fóru undir í 1907. Báðir vórður teir seinni nevndarlimir í felagnum. Báðir stjórnaðu blaðnum 1907/08, Símun var blaðstjóri 1908/10 og aftur 1914/15. Hesi bæði seinastu árini stendur Føroya Kennarafelag sum útgevari.

“Barnablaðið”, sum kom út frá 1928 til 1931. Tað vóru lærarar í Suðuroy, ið stóðu fyri blaðnum, og Føroya Lærarafelag gav út. Í blaðstjórnini vóru fyrst Jacob Olsen, lærari á Tvøroyri og Sámal Johansen, lærari í Vági, men í septembur í 1930 kom Martin Joensen, lærari í Sandvík, upp í blaðnevndina fyri Sámal Johansen. Allir tríggir høvdu gingið í sama flokki á Læraraskúlanum og tóku prógv í 1926.

Ein fjórði lærari úr sama flokki, Jákup Berg úr Hovi, fór undir “Barnatíðindi” í 1942 og fekk eisini stuðul frá felagnum.

Á aðalfundi í 1950 legði Jacob Martin Kjeld, lærari í Millum- og realskúlanum í Havn og á Føroya Læraraskúla, fram uppskot um, at felagið skuldi geva bøkur út. Hetta árið kom út 1. árgangur av “Míni jólabók”, sum er komin út síðan. Miðskeiðis í fimmti-árunum skipaði felagið eina bókadeild og stuðlaði henni peningaliga, men fekk eisini landsmyndugleikarnar at veita fastan árligan stuðul. Bókadeildin arbeiddi dúgliga við m.ø. Jóhannesi Enni og Svenningi Tausen á odda – fleiri bøkur komu út og frá 1959 eisini “Barnablaðið”. Seinni gjørdist deildin fíggjarliga sjálvstøðug við árligari játtan á fíggjarlógini, og fólk komu í fast starv. Ingrið Sondum var leingi dagligur leiðari og eftir hana Niels Jákup Thomsen. Á Bókadeildini, sum eisini gevur út barnablaðið “Strok” og “Skúlablaðið”, arbeiða nú fýra fólk.

Lærarafelagið var um sama mundið eisini virkið í tveimum øðrum tiltøkum, sum veruliga settu sær spor í føroyskari skúlasøgu:

Í 1950 samtykkir aðalfundurin at arbeiða fyri “at fáa savn av undirvísingaramboðum til vega”, og í 1956 var “Føroya skúlasavn” sett á stovn við limum umboðandi Føroya Landsstýri, Føroya Skúlastjórn og Føroya Lærarafelag. Hetta savnið varð seinni til “Landsmiðstøðina fyri undirvísingaramboð”, ið saman við einum øðrum stovni, ið lærarafelagið var við at stovna í 1959, “Føroya skúlabókagrunni”, varð lagt saman til NÁM í 2010. 

Hóast føroyskir lærarar í 1949 lønarliga vóru komnir ájavnt donskum starvssystkjum, so verður á aðalfundi í 1958 víst á, at gongdin prístali viðvíkjandi hevði gjørt tað, at føroyskir lærarar nú tíggju ár seinni stóðu væl veikari, tá ið um realløn ráddi. Føroyskir myndugleikar guldu um helmingin av læraralønunum og vóru ikki sinnaðir at gera nakrar broytingar. Aðalfundurin í 1959 var tí sera avgjørdur og kravdi nýggja lønarlóg galdandi frá 1. apríl 1958. Í viðtøkuni verður lagt aftrat:

“Verður henda lóg ikki gjøgnumførd skjótt aftaná, at ólavsøkutingið kemur saman, hevur aðalfundurin samtykt, at tað verður heimilað nevndini at seta í verk tiltøk, sum eru neyðug fyri at fáa málið framt.”

Landsstýrið bakkaði við teirri grundgeving,

“at innan fyri sama ríkisfelagsskap ber ikki í longdini til at halda ymiskar lønir fyri fólk við serkunnleika. ... Út frá hesum heldur landsstýrið tað vera avgerandi neyðugt, um fólkaskúlin skal røkjast væl, at læraralønirnar eru tær somu í Danmark og Føroyum.”

Uppskotið varð samtykt á løgtingi og móti vári 1960 eisini á fólkatingi. Sambært tí er byrjanarlønin hjá lærarum 12.840,- kr. um árið hækkandi triðja hvørt ár 1080.- kr. upp í 15.000 og síðani triðja hvørt ár upp í 17.400,- kr.

Í mars 1972 varð samtykt nýggj læraralønarlóg fyri føroyska fólkaskúlan. Hetta var eitt frambrot, sum formaðurin lýsir soleiðis:

“Nú stendur klárt og greitt, at alt, sum hevur við lønar- og tænastuviðurskifti hjá lærarum at gera, skal ásetast eftir samráð við Føroya Lærarafelag.”

Yngru lærararnir vóru væl nøgdir, tí byrjanarlønin hækkaði munandi, og nú skuldu lønirnar javnast sambært føroyska prístalinum. Men eldru lærararnir vóru minni væl nøgdir, tí landsstýrið lækkaði allar aðrar lønir enn tær á fyrsta lønarstigi. Hetta merkti eitt afturstig fyri teir lærarar, sum høvdu verið í skúlaverkinum í meiri enn 12 ár. Umframt tað vórðu skúlastjórar, varaskúlastjórar og skúlaráðgevar settir á lægri lønarstig enn starvssystkin í Danmark.

Tað eydnaðist felagnum at rætta upp hesar ójavnar, sum sjeytiárini liðu.

Í 1984 staðfesti nevndin, at allir lønarbólkar í lærarastættini høvdu verið fyri reallønarniðurskurði seinastu árini. Í stríðnum at vinna á hesum vanda lýsti felagið á fyrsta sinni í søgu síni arbeiðssteðg við áheitan á limirnar at halda fakligar fundir. Hetta var 11. des. 1985, og tiltakið varð endurtikið 29. sept. 1986, tá saman við øðrum yrkisfeløgum.

Nakað vann felagið innaftur seinna partin av áttatiárunum, men ikki kann sigast, at reallønarmissurin var vunnin aftur, tá ið stóra samfelagsskrædlið var fyrst í nítiárunum. Ringast var í 1993, tá ið myndugleikarnir kravdu, at allir yrkisbólkar skuldu 8,5% niður í løn – tað svaraði til eina mánaðarløn. Nevndin treytaði sær, at lønirnar frá 1. jauar 1994 skuldu koma upp aftur hagar, tær høvdu verið undan niðurskurðinum, men hetta lyftið helt landsstýrið ikki, við tað at tað við lóg fekk løgtingið at samtykkja lønarsteðg um ársskiftið 1994.

Skoða vit aftur á kreppuárini, kann verða staðfest, at játtanin til føroyska skúlaverkið lækkaði úr 172,5 milliónum í 1990 niður í 142,3 milliónir í 1995. Av lógarásetta lønarsteðgi myndugleikanna og serligu setanarkorunum hjá lærarum í føstum starvi, sum eru tænastumannasettir og tískil ikki hava verkfalsrætt, vardi tað hjá lærarum sjey ár at vinna aftur mist lønarrættindi (tá verður ikki hugsað um dýrtíðarspurningar). Ikki fyrr enn í 1999 koma teir aftur á lønarstigið frá 1992. Hesa tíðina eru fólkaskúlalærarar so dyggiliga afturúrsigldir borið saman við starvsbrøður í Danmørk. Tá ið felagið fylti hundrað í 1998, var byrjanarlønin hjá einum føroyskum lærara 15.218 kr. um mánaðin (í Danmark 17.764), og endalønin var um somu tíð 19.816 kr. um mánaðin (í Danmark 22.798 kr.).

Vit fingu nýggja fólkaskúlalóg í 1962, og ein avleiðing av henni var, at lærarar skuldu brúka meira tíð til fundarhald, til lesiætlanararbeiði og foreldrasamstarv. Lærarafelagið setti sær fyri at vinna lærarum tímaniðurskurð samsvarandi. Vikutímatalið var um hetta mundið 36 tímar, tað hægsta í Norðurlondum. Í onkrum av hesum londum var vikutímatalið hjá barnaskúlalærarum 30 tímar, hjá framhaldsdeildarlærarum 24 tímar. Í Danmark var tað 32 tímar í eindarskúlanum (frá 1. til 10. flokk).

Miðað varð eftir sama tali her hjá okkum. 1. apríl 1965 var við løgtingssamtykt rokkið á mál hesum viðvíkjandi, og seinni eru broytingar fleiri ferðir gjørdar í vikutímatalinum. Í 1972 varð tað lækkað niður í 28,5 tímar, í 1982 niður í 28 tímar, í 1984 niður í 27,5 tímar og í 1985 niður í 27 tímar.

Frammarlaga í hesum stubba er nevnt, at Føroya Lærarafelag frá 1913 er at rokna sum 118. kreds í Danmarks Lærerforening.

Ein av høvuðsorsøkunum, at mangir lærarar tóku undir við hesi stevnu, mundi vera, at samráðingarrættur Føroya Lærarafelags við myndugleikarnar ongastaðni var staðfestur.

Tað varð hann við lógini um tænastumenn fólkaskúlans, samtykt í mars 1972. Aftur at hesum kom, at føroyskt tryggingarfelag hevði fingið einkarrætt til tryggingar í Føroyum, og so hevði danska felagið einvíst frá 1. januar 1976 tikið avgerð um, at føroyska umboðsfólkið í danska lærarafelagnum bara skuldi hava talurætt, ikki atkvøðurætt.

Hans Kristiansen, lærari við Gjógv, greiddi frá hesum broytingum, tá ið hann á aðalfundinum 1980 legði fram hetta uppskot:

“Føroya Lærarafelag meldar seg úr Danmarks Lærerforening frá 1. januar 1981.”

Hann nevndi eisini, at seinasta tíggju ára skeiðið hevði føroyska lærarafelagið goldið um hálva millión í limagjaldi til danska felagið, peningur, sum hann metti var betur farin at styrkja føroyska felagið.

Meirilutin í felagsnevndini tók ikki undir við hesum uppskoti og stuðlaði einum uppskoti um at senda spurningin til frumatkvøðu. Hetta uppskotið fall. Atkvøtt varð so um at siga limaskapin í danska lærarafelagnum upp. Av teimum 41 limunum, sum eftir vóru á fundinum, atkvøddu 27 fyri, og var málið sostatt samtykt. Men løgfrøðiliga vísti seg ikki at bera til at fáa í lag felagsútmelding. Allir limir í F.L. – 528 í tali – fingu stutt eftir aðalfundin skriv frá D.L.F. við seðli, ið nýtast kundi at siga seg úr danska felagnum. Og hann varð í flest øllum førum nýttur.

Nú søkti Føroya Lærarafelag um limaskap í “Nordiska Lærerorganisationers Samråd”. Umsóknin varð viðgjørd og játtað á fundi í desembur 1983. Á heysti í 1985 søkti felagið um limaskap í alheimsfelagnum WCOTP (World Confederation of Organizations of the Teaching Profession) og fekk játtandi svar 1. juli 1986.

Árni Dahl, lærari og rithøvundur, hevur skrivað.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.