Tíðindi
22.04.2024
Nýtt fólkaskúlaráð skuldi eftir røttum setast í januar 2023, men ráðið, sum tók við í februar 2020, heldur fram eina tíð aftrat, tí seinasta frágreiðingin er ikki liðug. Tann frágreiðingin snýr seg um landsroyndir og verður eftir ætlan handað landstýrsmanninum ultimo apríl. Eftir hetta verður beinanvegin farið í gongd við at seta nýggj fólk í ráðið, verður sagt úr Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Fólkaskúlaráðið, sum tók við í 2020, hevði ikki sitið leingi, til gerandisdagurin í fólkaskúlanum broyttist fullkomiliga, og skúlar sendu næmingar sínar heim til heimaundirvísing orsakað av koronu. Vagn Foldbo, sum hevur verið formaður í fólkaskúlaráðnum, sigur, at Covid-19 fylti nógv fyrstu tíðina í fólkaskúlaráðnum.
Tá vóru vit ráðgevandi hjá landsstýrismanninum um skipan av skúlagongd o.a.
Umframt ráðgeving viðvíkjandi koronu arbeiddi fólkaskúlaráðið frá 2020 til 2023 við nógvum ymiskum málum, eitt nú við tíma- og lærugreinabýtinum og longd á skúladegi. Tey gjørdu eisini uppskot til, hvussu arbeiðsbólkurin viðvíkjandi endurskoðan av fólkaskúlalógini skuldi skipast. Harafturat arbeiddu tey við læraraútbúgvingini, flokslærarauppgávuni, landsroyndunum o.a., sum landsstýrismaðurin vildi hava ráðgeving um.
Fólkaskúlaráðið verður sett fyri trý ár. Hóast tað stendur í fólkaskúlalógini, at fólkaskúlaráð skulu vera, hava fleiri tíðarskeið verið, har einki ráð hevur sitið. Í fólkaskúlalógini stendur um fólkaskúlaráð í kapittul 8:
§ 58. Landsstýrismaðurin setur eitt fólkaskúlaráð. Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan. Fólkaskúlaráðið kann ráða landsstýrismanninum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi fólkaskúlanum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir bæði formann og ráðslimir.
Stk. 3. Limirnir verða valdir fyri eitt 3 ára skeið.
Stk. 4. Fólkaskúlaráðið ásetur sjálvt sína fundarskipan.
Stk. 5. Mentamálaráðið er skrivstova ráðsins.
Fólkaskúlaráðini, sum hava sitið, hava síðan 2011 latið úr hondum nógv álit og frágreiðingar. Uppgávan hjá fólkaskúlaráðnum er eisini at vera ein virkin liður í skipanini, sum støðugt ummælir, eftirmetir og tilmælir neyðugar broytingar á fólkaskúlaøkinum.
Mynd av Vagn Foldbo, sum hevur verið formaður í fólkaskúlaráðnum, ið hevur sitið seinast.