Tíðindi

Fólkaskúlalógin verður ikki fylgd

Tað eigur ikki at vera so, at lógin ikki verður fylgd, og alt heldur bara fram, sum var einki hent. Tí er tað eisini viðkomandi at spyrja, hvør tað er, sum ger av, at tað er í lagi, at fólkaskúlalógin ikki verður fylgd. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

17-06-2022

“Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum.” Soleiðis stendur skrivað svart upp á hvítt í fólkaskúlalógini, men veruleikin er bara ein annar. Í veruleikanum verður hetta toygt til, at 26 næmingar, og ikki 24, sum lógin ásetur, eru í hvørjum flokki. 27. næmingurin ger, at tað blívur til tveir flokkar.

Hví er støðan vorðin soleiðis? freistast ein at spyrja. Er tað tí, at tað undirvísingarliga og námsfrøðiliga er betri at hava 26 næmingar í einum flokki? Neyvan. Sum tað so mangan er við lógum, eru tær orðaðar soleiðis, at tað er eitt sindur av lastiki í teimum, og tað er eisini galdandi fyri fólkaskúlalógina. Í brotinum, sum eg endurgav omanfyri, verður orðið “vanliga” brúkt. Tað er helst av góðum grundum, at tað orðið verður brúkt, tí óivað kunnu óvæntaðar umstøður viðhvørt hava við sær, at næmingatalið í eitt ávíst tíðarskeið fer upp um 24.

Hinvegin kann tað ongantíð vera meiningin, at tað skal blíva soleiðis, sum tað er í dagsins skúla, har tað óvanliga er blivið vanligt. Skilt á tann hátt, at nú er tað jú soleiðis, at tað óvanliga, har yvir 24 næmingar eru í einum flokki, er blivið vanligt. Tað er enntá flutt úr 24 upp á 26! Sostatt kann bara staðfestast, at tað óvanliga er vorðið vanligt, men tað kann aldrin vera rætt.

Tað eigur ikki at vera so, at lógin ikki verður fylgd, og alt heldur bara fram, sum var einki hent. Tí er tað eisini viðkomandi at spyrja, hvør tað er, sum ger av, at tað er í lagi, at fólkaskúlalógin ikki verður fylgd. Føroya Løgting samtykkir lógir og harvið eisini fólkaskúlalógina, og fólkaskúlin hoyrir so til ovurstóra ráðið, sum eitur Uttanríkis- og mentamálaráðið. Tað hevur við sær, at fólkaskúlin ikki fær ta rúmd, hann eigur, men tað er so ein onnur søga. Undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum er so eindin Undirvísingarstýrið, sum umsitur fólkaskúlan.

So er spurningurin bara, um tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið ella kanska Undirvísingarstýrið, sum hevur gjørt av, at fólkaskúlalógin, sum Føroya Løgting hevur samtykt, ikki skal verða fylgd. Í øllum førum er tað at toyggja lastikið óvanliga langt, um grundgevingin fyri at gera tað er, at tað stendur “eigur næmingatalið vanliga ikki” í lógini, tí nú fer talið nettupp vanliga upp um 24.

Um vit so venda aftur til tað undirvísingarliga og námsfrøðiliga, sum væl saktans eiga at vera grundgevingar, sum viga tungt, tá ið hugsað verður um skúla og undirvísing, er so yvirhøvur einki, sum talar fyri, at tað er gott at hava 26 næmingar í einum flokki. Tvørturímóti.

Fyrst og fremst sigur seg tað seg sjálvt, at tað er ein ómetaliga stór og krevjandi uppgáva at vera einsamallur lærari hjá 26 næmingum. Tú skalt sum lærari taka støði í hvørjum einstøkum næmingi, soleiðis at hvør einstakur næmingur fær so nógv burturúr fakliga sum gjørligt, og so skalt tú sum lærari eisini “búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag”. Hetta áleggur endamálsorðingin í fólkaskúlalógini lærarum at gera, og sjálvandi gera lærarar alt, teir eru mentir, fyri at halda fólkaskúlalógina, sjálvt um tað ikki er hissini arbeiðssetningur.

Tá ið til stykkis kemur, hevði verið áhugavert at fingið at vitað frá avvarðandi myndugleika, hví og hvussu tað er blivið ein mannagongd, at hægsta mark fyri floksstødd er 26 og ikki 24, sum lógin sigur. Tað tænir so hvørki næmingum ella lærarum, at 26 næmingar eru í hvørjum flokki. Tað er so púra vist.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.