Tíðindi

Eyðun Gaard nýggjur stjóri á Námi

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Eyðun Gaard í starvið sum stjóri í Námi frá 1. november 2017 at rokna.

17.10.2017

Eyðun Gaard er 52 ára gamal og útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya Læraraskúla í 1994. Harumframt hevur hann nomið sær fleiri eftir- og víðariútbúgvingar. Hann hevur masterútbúgving innan námsfrøðiliga menning frá Danmarks Pædagogiske Universitet frá 2008 og Masterútbúgving í løgfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2017.

Eyðun Gaard hevur starvast sum fólkaskúlalærari í fleiri skúlum í Føroyum og Danmark. Í 2004-05 var hann virkandi leiðari í skúlanum á Trøðni, sum tá æt Sernámsdepilin.

Seinastu 10 árini hevur Eyðun Gaard starvast sum leiðari í Yrkisdeplinum undir Mentamálaráðnum, har hann hevur havt ábyrgd av at skipa og fyrisita yrkisútbúgvingarøkið.

Mentamálaráðið ynskir Eyðuni Gaard hjartaliga til lukku og blíðan byr í starvinum.

Tíðindaskriv frá MMR.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.