Tíðindi

Eykaumfar av kappingini Vitanarfróðu í koronutíðini

Vinnarin av Vitanarfróðu kappingini 2020 er júst kosin. Orsakað av avmarkingunum í koronutíðini, varð hetta gjørt í Kollafjarðar skúla, har vinnandi flokkurin hevði sín fyrsta dag í skúlanum aftaná næstan 2 mánaðir við heimaundirvísíng.

12.05.2020

Næmingar í skúlunum kring landið skulu fram til summar helst arbeiða í smáum bólkum, vera nógv úti og hava oftast sama lærara í fleiri tímar. Arbeiðið fer nokk at verða skipað sum verkætlanararbeiði.

Nám og Granskingarráðið halda, at skúladagurin í hesum tíðum hóskar seg sera væl til mátan, sum Vitanarfróðu arbeiða. Gjørt er tí av at skipa eitt eyka kappingarumfar við Vitanarfróðu. Evnið kann vera okkurt, sum er koronatengt, men tað kann eisini vera okkurt heilt annað. Tað kann til dømis vera okkurt, sum hevur við umhvørvi og náttúru at gera, nú summarið nærkast. Ella okkurt, sum er broytt, meðan næmingarnir hava verið heima. Tað einasta kravið er, at næmingarnir skulu kunna halda koronutilmælini, meðan teir granska.

Um kappingina

Ársins Vitanarfróðu er kapping fyri skúlaflokkar. Endamálið er at fáa skúlanæmingar at royna seg við einum arbeiðshátti, sum líkist honum hjá vaksnum granskarum.

Arbeiðshátturin hjá Vitanarfróðu er í seks stigum:

Hetta undrist eg á
Hví er tað so
Legg eina ætlan
Savna upplýsingar
Hetta eri eg komin fram til
Sig øðrum frá

Hesa arbeiðsgongdina skuldu næmingarnir skjalprógva í eini frágreiðing, sum skal latast Granskingarráðnum í seinasta lagi 30. juni 2020.

Vinnarin verður kosin við skúlaársbyrjan 2020/21. Vinningurin er 5.000 kr. til vinnandi bólkin

Les meira https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/arsins-vitanarfrodu/arsins-vitanarfrodu-eykaumfar/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.