Tíðindi

Eykaroyndir og varligt trýst seta ferð á føroyskt

- Tað er hart í byrjanini at fara til roynd, tá ið málið ikki er komið upp á pláss, men við at gera nógv eyka læra tey meiri og skjótari og kunnu fylgja betur við hinum. Tað sigur Berlys Carlota Canas Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

13-06-2022

Í Fuglafjarðar skúla hava tey valt at hava regluliga eykaroyndir gjøgnum alt skúlaárið við næmingum í hádeildini, sum skulu læra føroyskt sum annaðmál umframt danskt. Hetta setir ferð á læringina, heldur Berlys Toftadal, skúlastjóri. Hon er ættað úr Venesuela og koma til Føroya fyri 21 árum síðan.

- Tað er hart í byrjanini at fara til roynd, tá ið málið ikki er komið upp á pláss, men við at gera nógv eyka læra tey meiri og skjótari og kunnu fylgja betur við hinum. Vit vilja hava, at tey eru til roynd samstundis sum hini eru, hóast vit vita, at tey ikki megna tað sama, og tey ikki fáa karakter á sama hátt. Tað er í lagi bara at skriva nakrar fáar reglur, tá ið talan er um stíl, men vit vilja hava, at tey skulu royna. Tí tillaga vit royndirnar til teirra. Krevja ella vænta vit ongantíð av teimum, at tey skriva stíl á føroyskum og donskum, so koma tey ongan veg. Vit skulu leggja varligt trýst á tey.

Næmingarnir, sum koma aðra staðni frá, eru partur av vanligum flokki; skilja teir enskt, so hava teir tað munandi lættari samanborið við næmingar, sum ikki skilja enskt.

- Vit hava eisini næmingar, sum hava spanskt sum móðurmál; teimum undirvísi eg í á sponskum í alis- og evnafrøði til dømis, tí tað er ov stór avbjóðing hjá teimum at fylgja við á føroyskum. Av tí at vit hava so nógvar næmingar við aðrari bakgrund enn føroyskari ella norðurlendskari, so hava allir lærarar fyrilit fyri, at tað sita næmingar í skúlastovuni, sum ikki skilja føroyskt; tað er avbjóðandi, men vit hava góðar lærarar, og allir kýta seg.

Eitt er at læra næmingarnar føroyskt; annað er at skapa trivnað og góðan felagsskap; tað leggur skúlin stóran dent á.

- Vit royna at eggja teimum, sum eru flutt til bygdina, at fara upp í alt, sum gongur fyri seg, næmingaráð, kór, ítrótt og annað, soleiðis at tey lættari og skjótari gerast partur av felagsskapinum. Vit hava vakið eyga við, at tey ikki halda seg fyri seg sjálv, tí tað kunnu tey hava lyndi til. Tað hevði verið øgiliga gott at havt pláss í tímatalvuni til sosiala samveru, floksins tíma, samansjóðing ella slíkt, har tað bara snýr seg um at hava tað gott sum flokkur. Í øllum hesum skulu vit eisini hugsa um heimið og at fáa foreldrini at vera virkin í tilgongdini at verða integrerað. Vit brúka nógva orku at tosa við tilflytaranæmingarnar um, at tey skulu tora at tosa føroyskt; summi aftra seg við at royna seg á føroyskum, tí tey eru bangin fyri at siga okkurt býtt.

Les samrøðu við Berlys Toftadal í Skúlablað nr 3, 2022.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.