Tíðindi

Evnisdagur um happing

Barnabati skipar fyri evnisdegi um happing 24. apríl 2018 í Norðurlandahúsinum

18.02.2018

Vit seta sjóneykuna á antihapping, og seta spurning við, hvussu langt vit eru komin. Vit spyrja um empati og empatiskir felagsskapir er íborið. Og vit tosa um smásamfelagið, sum karmur um uppvøkstur, sosialt lív og samleikagerð hjá børnum og ungum.

Steen Hildebrandt, relatiónsserfrøðingur, Helle Rabøl Hansen, serfrøðingur í happing og Erika Anne Hayfield, granskari í smásamfeløgum og føroyskum barnamentanum, koma at halda fyrilestrar hendan fyrrapart.

Aftaná framløgurnar bjóðar Barnabati heimagjørda, føroyska og vistfrøðiliga rabarbusaft. Meðan tit drekka saftina, verður høvi at síggja føroyska fyribyrgjandi tilfarið ímóti happing, sum Barnabati hevur ment í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet. Verkætlanin ber heitið Betri vinir - Fri for Mobberi.

Barnabati arbeiðir við nógvum ymsum verkætlanum, eitt nú barna- og ungdómsráðgevingin “Tú & Eg-Ráðgevingin”, fyribyrgjandi átøkum ímóti happing og at basa støðuni hjá børnum í fátækraváða. Les meira á www.barnabati.fo

Týsdagin 24. apríl kl 9:30 í Norðurlandahúsinum.

Atgongumerkið 350 kr

Savnsmynd.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.