Tíðindi

Er vilji í landsstýrinum at raðfesta trivnað í fólkaskúlanum?

Tað er ikki samsvar millum tað, sum landsstýrismaðurin í skúlamálum sigur, og tað, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur skal raðfestast. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

22.04.2021

Lærarafelagið hevur ferð eftir ferð lagt ynski fram um meiri tíð til flokslærarauppgávuna, tá ið lønarsamráðingar eru, uttan tó at ynskið er gingið á møti.

- Hvørja ferð vit samráðast við Fíggjarmálaráðið, liggur ein øking í tímum og lønarískoyti til flokslæraran ovast á listanum, men ynskini hjá okkum verða ikki gingin á møti. Vit halda kortini fram at vísa á týdningin av flokslæraraleiklutinum, tí vit halda, at er viljin til staðar at raðfesta hetta, so ber tað til. Tað sóu vit farna valskeið, tá ið Hanna Jensen, sum tá var landsstýriskvinna eitt skifti, raðfesti betri umstøður til skúlavegleiðingina uttan um skipanina annars. So um landsstýrismaðurin, sum nú situr, vil raðfesta til dømis flokslæraraarbeiðið, so kann hann gera tað við at geva teimum betri umstøður við eitt nú at seta tímatalið, sum teir fáa at røkja flokslærarauppgávuna, munandi upp. Hetta snýr seg um ein vilja, ikki minst ein vilja at finna pengarnar.

Tað er ikki samsvar millum tað, sum landsstýrismaðurin í skúlamálum sigur, og tað, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur skal raðfestast. Um landsstýrismaðurin við skúlamálum meinar tað, sum hann sigur, nevniliga, at trivnaðurin í fólkaskúlanum skal raðfestast, so kundi hann eitt nú sett setursskúlan á breddan og játtað fígging til, at allir skúlar kunnu senda allar árgangir á setursskúla, uttan at taka tað frá øðrum í skúlaverkinum, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Tað er gott, at vit nú hava ein trivnaðarráðgeva sum bindilið millum skúlar og fyrisiting og sum kveikjara, og at fáa nyttu av kanningum, sum eru gjørdar og geva okkum eina støðumynd av trivnaðinum, men at seta trivnaðarráðgeva og gera trivnaðarkanningar loysir einki í sjálvum sær, tí tað er lærarin, sum er tann, sum skal seta tað í verk, sum bæði trivnaðarráðgevi og trivnaðarkanning vísa á. Har hoppar ketan av. Tað er eingin snildur máti at fáa fatur á einstaka næminginum, sum tørvar tíð og umsorgan, uttan bara tíð og umstøður til tann, sum er næst næminginum í fólkaskúlanum, nevniliga flokslæraran.

Tað er so nógv, sum kundi verið gjørt fyri at bøta um trivnaðin í fólkaskúlanum, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Um landsstýrismaðurin ikki vil raðfesta setursskúlan, so kundi hann latið flokslærarunum í fyrsta flokki meiri tíð at røkja sína uppgávu, til tiltøk saman við næmingunum og til fakliga menning. Tað er einki, sum bendir á, at flokslærarauppgávan og -ábyrgdin verður lættari í framtíðini; ætla vit at flyta skúlan fram á leið, og ætla vit, at hvørt einstakt barn skal trívast, mugu vit syrgja fyri, at tey starvsfólkini, sum eru fremst í tí arbeiðinum, fáa hóskandi umstøður at virka. Trivnaður er fortreyt fyri læring og at mennast sum menniskja. Men av tí at tað alla tíðina er tað fakliga, sum verður mett í kanningum og øðrum, kennir lærarin seg noyddan og trýstan at leggja dent á tað fakliga, ofta fram um tað trivnaðarliga. Saman við tí at hann er settur at undirvísa meiri, er minni tíð og orka til alt, sum hevur við trivnað at gera. Haraftrat er sera tvørligt at skipa fyri tiltøkum við trivnaði fyri eyga saman við næmingum í arbeiðstíðini hjá lærarunum, tí tíð rætt og slætt ikki er til tað. Samanlagt gera meira undirvísing hjá lærarunum og faklig krøv møguleikarnar at arbeiða til frama fyri trivnaði nógvar ferðir verri.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2021.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.