Tíðindi

Enskt trokar seg inn í føroyskt

Ensk orð eta seg við stórari ferð inn í føroyska málið hjá børnum

03.07.2018

Í stóru kanningini, sum er gjørd av lesivanunum hjá børnum í 4., 6. og 9. flokki, eru børnini spurd, hvussu ofta tey brúka ensk orð í ymsum støðum. Triði hvør sigur seg brúka ensk orð ofta ella sera ofta, tá ið tey eru saman við vinfólkum, triði hvør sigur seg ofta ella sera ofta brúka ensk orð, tá ið tey spæla teldu ella líknandi, og triði hvør brúkar sera ofta ella ofta ensk orð, tí tey kenna ikki føroyska orðið fyri tað, sum tey vilja siga. Taka vit tey við, sum brúka enskt av og á í hesum støðunum, so hækka tølini munandi.

Halda vit spurningin, hvussu ofta tey brúka ensk orð í ymsum støðum saman við kyn, flokk og hvussu ofta næmingurin lesur, síggja vit, at dreingir brúka sum heild fleiri ensk orð enn gentur. Serliga er tað, tá ið dreingir spæla teldu, at teir brúka ensku orðini. Hetta samsvarar eisini við, at dreingir siga seg spæla munandi meiri teldu enn gentur.

Tá ið ensku orðini verða sett saman við flokkunum, sæst ein líðandi øking úr 4. flokki upp til 9. flokk. Tey í 9. flokki siga seg munandi oftari brúka enskt, tí tey duga ikki føroyska orðið fyri tað, sum tey vilja siga.

Samanhangur er ímillum lesitíttleika í frítíðini, og tað, at tey brúka ensk orð, tí tey ikki kenna føroysku orðini.

Tey í 9. flokki siga seg brúka nógv meiri enskt enn hinir flokkarnir, tá ið tey eru saman við vinfólki.

Um hugt verður at ensku málnýtsluni og lesing, sæst, at tey børnini, sum lesa nógv, brúka ikki ensku orðini í sama mun, sum tey, sum ikki lesa.

Vit kunnu úr kanningini útleiða, at týðiligt samband er ímillum málførleika og manglandi lesing á føroyskum. Hesi børnini hava ikki eitt nóg stórt orðfeingi at málbera seg við á føroyskum. Børnini møta teimum ensku orðunum oftari og í fleiri samanhangum á talgildu miðlunum, og tí stendur tað enska málið fremri í huganum og minninum hjá nógvum børnum enn tað føroyska. Ensku orðini eta seg inn í føroyska málið; enskt verður ikki eitt mál, sum tey fáa afturat, men gerst partur av neyðuga orðfeinginum, fyri at børnini yvirhøvur megna at bera tað fram, sum tey vilja siga. So kundi hugsast, at hugurin til at lesa gjørdist størri, um tey brúktu á talgildu miðlarnar, men tað eru færri, sum siga seg lesa tekstir á internetinum, enn í bókum og bløðum, og tey eru ivaleys í, at tey heldur vilja lesa í pappírsformi enn t.d. á teldlum.

Hetta eru úrslit úr stóru kanningini av lesivanum, sum varð gjørd í tíðarskeiðinum november 2017-januar 2018 í 19 skúlum kring landið; tað eru Sissal M. Rasmussen, Ph.D-lesandi, Lydia Didriksen, námslektari á Námsvísindadeildini, Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, og Marjun Ziskason, ritstjóri á Námi, sum hava tikið stig til kanningina; greiningarfyritøkan Lóður hevur staðið fyri at savna dátuna inn og greina úrslitið. Mentamálaráðið og onnur hava fíggjað kanningina.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Meiri kann lesast um kanningina á www.skulabladid.fo og malmenning.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.