Tíðindi

Ensklærarar: Truplast at fáa gentur at tosa enskt í tímunum

Tað er lættari at fáa dreingirnar enn genturnar at tosa enskt í tímunum. Tað siga lærarar í enskum í nýggjari, stórari kanning av lærugreinini enskt.

10-09-2021

Tað kann vera ringt at fáa næmingar at tosa enskt í undirvísingini; tað er eitt svar, sum kemur aftur og aftur í stórari, nýggjari kanning, har lærarar eru spurdir. Og hóast genturnar, sum heild, fáa betri karakter til endaliga próvtøkuna, er tað lættari at fáa dreingirnar at tosa enskt í tímunum. Tað kemur eitt nú fram í kanningini millum ensklærarar í allar útbúgvingarskipanini í Danmark. Tað er Professiónsskúlin Via og Det Nationale Center for Fremmedsprog, sum hava staðið fyri kanningini.

Granskararnir hava ikki spurt lærararnar beinleiðis, um tað er munur á kynunum hesum viðvíkjandi. Men fleiri av ensklærarunum vísa sjálvir á avbjóðingina viðvíkjandi kynunum; hesin munurin ger seg serliga galdandi í fólkaskúlanum, vísir kanningin.

- Seinnu árini havi eg sæð, at genturnar helst ikki vilja tosa enskt í tímanum. Ofta eru tær “uppi ímóti” dreingjum, sum eru sera stinnir í enskum, og tað ger avbjóðingina hjá teimum at tosa enskt størri. Genturnar, sum annars kenna seg tryggar í flokkinum, eru “bangnar fyri at siga okkurt skeivt”, sigur ein fólkaskúlalærari í kanningini.

- Tað er serliga genturnar, sum tørvar dirvi og motivatión at tosa enskt. Hjá dreingjunum er lættari, tí teir hava vant enskt við at spæla á teldu, skrivar ein annar fólkaskúlalærari.

Ein triði lærari sigur, at tað í stóran mun eru tær sera dugnaligu genturnar, sum tiga. Tí “hvat um eg sigi okkurt skeivt”, noterar hesin lærarin, at genturnar hugsa.

Umleið helmingurin – 47 prosent – av ensklærarunum í fólkaskúlanum siga seg vera samdir í útsøgnini, at “tað er trupult at fáa næmingarnar at tosa enskt í enskundirvísingini”.

Tveir av trimum ensklærarum í fólkaskúlanum siga eisini, at teir sum oftast tosa enskt, tá ið enskt stendur á tímatalvuni.

Næmingunum dámar lærugreinina

Lærugreinin enskt ber orð fyri at vera lærugreinin, har rættiliga nógvir næmingar klára seg væl og fáa hægsta skoðsmál. Í kanningini svara ensklærararnir, at sum heild eru næmingarnir væl motiveraðir í tímunum. Tvørtur um útbúgvingarstigini er tað í grundini næmingarnir í fólkaskúlanum, sum hava fæst avbjóðingar við motivatiónini. 75 prosent av lærarunum í fólkaskúlanum siga, at næmingarnir eru motiveraðir at læra, 70 prosent siga tað sama gera seg galdandi á hægri útbúgvingarstigi og eitt sindur minni, 61 prosent, í miðnámsútbúgvingunum.

Positiva forteljingin kann spenna bein

Trøini vaksa kortini ikki inn í himmalin, og ensklærarar hava í fleiri ár víst á, at tað er stór spjaðing millum næmingarnar, og tað gevur avbjóðingar. Fleiri lærarar vísa á hetta. Ein lærari í enskum í 10. flokki lýsir hetta við eitt nú at siga, at tað er stór spjaðing í, hvussu væl næmingarnir duga málið, “heilt frá at vera á sama stigi sum eg (ella betri) og niður til 3.-4. floksstøði.”

Stóra fakliga spennið merkir sambært einum øðrum lærara, at tað ikki ber til at undirvísa allan flokkin út frá sama tilfari.

Hóast stóra fakliga munin millum næmingarnar, verða avbjóðingarnar ikki tiknar í nóg stórum álvara á hægri stigi, tí sum tað verður sagt, “øll duga enskt”.  

Sambært kanningini spennir tað bein fyri lærugreinini, tí lærugreinin fær ikki so góðar umstøður, sum hon kundi fingið; hon fær lægri status, og tað førir eisini til vantandi motivatión millum næmingar.

Pínligt, um øll ikki tosa enskt

Meðan kanningin hevur verið í gongd, hava lærarar í enskum eisini mett um sína egnu undirvísing og undirvísingina hjá øðrum lærarum í enskum. Ein lærari sigur tað vera pínligt, tá ið viðkomandi hoyrir lærarar í enskum tosa um, hvussu ringt tað kann vera at fáa næmingar at tosa enskt í tímunum.

- Allir mínir næmingar tosa enskt við meg – og eg meini allir. Eg hoyri lærarar siga, at “tað kann vera ringt at fáa næmingarnar at tosa enskt í undirvísingini”. Vit eru í 2021 – kom nú! Tað er pínligt eftir míni meining, at ein lærari kann siga so, skrivar hesin eini.

Øvut er tað ein annar lærari, sum ikki heldur tað vera ein trupulleiki, um næmingarnir ikki tosa enskt alla tíðina.

- Í bólkaarbeiði heiti eg á tey lesandi um at tosa enskt, men tað kann vera ringt at fylgja við í, hvørt teir gera tað – og annars, so haldi eg, at tað gevur meining, tá ið hetta er læring, at teir tosa og kjakast í bólki á móðurmálinum, so leingi framløgurnar og avrikini eru á enskum, sigur lærarin.

Minst samstarv millum lærarar í fólkaskúlanum

Eitt áhugavert úrslit úr kanningini er, at tað er munur á svarunum frá lærarum í fólkaskúlanum samanborið við svarunum frá lærarum í restini av útbúgvingarskipanini; lærarar í fólkaskúlanum hava ikki eins góðar møguleikar at samstarva og sparra saman um fakið, sum lærarar aðra staðni í útbúgvingarskipanini.

Kelda: folkeskolen.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.