Leys størv

ENDURLÝSING Tíðaravmarkað starv sum einalærari í Fámjins skúla

Hevur tú hug at royna teg sum einalærara, so er møguleiki at søkja tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020-21 í Fámjins skúla. Starvið verður sett frá 1. august 2020.

Um starvið

Í Fámjins skúla er ein næmingur, og fer hann næsta skúlaár í 6. flokk.

Einalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans. Hann undirvísir í øllum lærugreinum og hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Einalærarin skal fremja gott samstarv millum skúla og heim, skal virka fyri trivnaði og at skipa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærari og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Fámjins skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið er flokkað í lønarflokkunum 27.1, 28.1, 29.1, 29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og øðrum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 13. juli 2020.

Umsóknin verður stílað til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Tinghúsvegur 7

Postrúm 3279

110 Tórshavn

ella við t-posti: ummr@ummr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja ella skriva til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044. t-postur: jenny@ummr.fo.

 

 

 

 

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál, gransking og uttanríkismál. Harumframt umsitur ráðið uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og frítíðarvirksemi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.