Tíðindi

Eitt stig at varðveita okkara mál er at menna hugburðin til lesing

- Betur børnini eru fyri málsliga á føroyskum, betur megna tey ávirkanina úr enskum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna

12.06.2018

Føroyskt er undir stórum trýsti; tað vísir kanningin av lesivanunum hjá trimum árgangum í fólkaskúlanum. Ikki færri enn 28 prosent av næmingunum, sum hava tikið lut í kanningini, siga, at tey sera ofta og ofta brúka ensk orð í samskifti við onnur, tá ið tey ikki duga føroysk orð fyri tað, sum tey vilja siga. Landsstýriskvinnan við skúlamálum ásannar, at hetta er ein vandaleið, sum vit mugu taka í álvara.

- Gera vit ikki munagóð átøk og tiltøk at varðveita og verja okkara mál, so tað eisini er okkara móðurmál um hálva øld, so hava vit mist tað, og eingin vegur er aftur. Eitt stig at varðveita málið er at menna hugburðin hjá børnum til lesing, soleiðis at øll at skilja, at tað er kul at lesa bøkur. Vit mugu eisini gera greitt, at tú sum menniskja mennist av at hava eitt ríkt mál, sama hvat tað er fyri mál, bara tað er títt. Vit hava eitt mál, sum er so viðkvæmt, lítið og samstundis so ríkt, og vit mugu halda á at verja tað og ongantíð steðga á; skal tað eydnast, krevst ein tilvitaður málpolitikkur, sum sigur, at føroyskt er fyrsta málið í Føroyum, og at tað skal tað framhaldandi vera.

Landsstýriskvinnan vísir á, at ikki bara smámál eru undir trýsti av enskum, men tað eru stór mál í Evropa til dømis eisini, til dømis italskt, spanskt og danskt.

- Tað hevur verið føroyskt til fyrimunar, at vit hava verið so avbyrgd, men støðan er øðrvísi nú, tí børn sita nógv á talgildu miðlunum og hoyra og lesa fremmandamál oftari enn føroyskt.

Røddir eru javnan frammi um, at vit mugu føroyska talgildu miðlarnar og pallarnar, sum børn, ung og vaksin ferðast á; landsstýriskvinnan er av teirri sannføring, at vit hava á ongan hátt møguleika og ráð at føroyska alt, og tí mugu raðfestingar gerast.

- Hetta snýr seg um eina so stóra uppgávu, sum er so kostnaðarmikil, at vit neyvan nakrantíð fara at koma hagar, at alt verður føroyskað. Tí mugu vit raðfesta. Tað, sum kann byrgja upp fyri ovurhondsstóru ávirkanini av enskum frá talgildu miðlunum er, at vit raðfesta málmenning og kunning av týdninginum um, at tað hevur týdning at lesa fyri børnum. Tað er ein uppgáva vit kunnu gera nakað við. Betur børnini eru fyri málsliga á føroyskum, betur megna tey ávirkanina úr enskum.

Les samrøðu við landsstýriskvinnuna í Skúlablaðnum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.