Tíðindi
31.08.2018
Tá ið ein miðnámsskúlanæmingur gevst í úrtíð, verður tað kallað "fráfall", og almenna sjónarmiðið er, at næmingurin nú er snávaður og fallin frá einari skúlaskipan og yrkisleið, sum at kalla er gylti lykilin til framtíðina og einasti vegurin fram í lívinum. Men spurningurin er, um eitt fráfall ikki eisini kann vera eitt skilagott frával, uttan mun til, um tað er skúlaskipanin, sum metir, at næmingurin ikki líkur krøvini, ella um næmingurin sjálvur finnur út av, at miðnámsútbúgvingin ikki er rætta yrkisleiðin. Eitt fráfall er ikki bara av tí ónda, heldur Kristianna Mortansdóttir, samskipari fyri lestrarvegleiðarar og lærari á Glasi Hoydølum.
Í januar í 2018 stóð áhugaverd grein at lesa í Miðnámsriti, sum Alex Ocampo, lestrarvegleiðari og lærari á miðnámi á Glasi Marknagil, hevur skrivað. Í greinini vísir Alex á, at síðan 2015 eru í miðal yvir 21 prosent av næmingunum á yrkisnáminum FHS givin á hvørjum ári, meðan talið fyri búskaparbreytina á gymnasiala miðnáminum er 12 prosent í miðal. Seinast ein kanning varð gjørd í Hoydølum, lá fráfallið á góðum 6 prosentum, og tá var eisini spurt, hvørjar orsøkirnar eru fyri fráfallinum; orsøkirnar vóru fleiri og ymiskar, alt frá, at næmingarnir eru skúlatroyttir til svárar, persónligar trupulleikar, sigur Kristianna Mortansdóttir. Hon metir, at talið fyri fráfalli á Glasi Hoydølum liggur eitt stað millum 8-10 prosent í dag. Tøl í sjálvum sær siga ikki so nógv, serliga, tá ið ein ikki kann seta tey í ein størri samtekst og kanna gongdina yvir nøkur ár ella gera samanberingar við onnur lond. Glasir hevur heldur ikki eitt alment staðfest mál fyri, hvar markið gongur fyri góðtiknum ella ikki góðtiknum fráfalli, men eitt fráfall, sum nærkast 20 prosentum er neyvan nakað, ið stendur og glampar ovast á avrikslistanum.
Øll kunnu tó skjótt gerast samd um, at yvirgongdin frá kravdu fólkaskúlagongdini til valfríu miðnámsskúlagongdina er trupul fyri næmingar. Kristianna Mortansdóttir greiðir frá, at til fyri tveimum árum síðan var skipað fyri einum felags átaki, sum kallaðist "Brúgvabygging". Endamálið við átakinum var at gera yvirgongdina hjá næmingunum frá fólkaskúla til miðnám so smidliga, sum til ber, og hetta varð gjørt við samskifti og vitanardeiling millum lestrarvegleiðararnar, skúlavegleiðararnar og leiðslu, og við kunning um miðnám fyri næmingum í framhaldsdeildunum.
- Ætlanin er at endurtaka átakið komandi árini, men ein kann ikki fyribyrgja øllum snávingarsteinum, og búningarstøðið hjá næmingunum fer altíð at vera ymiskt, tá ið teir byrja á miðnámi, sigur Kristianna og heldur fram, - hóast næmingarnir verða kunnaðir um arbeiðsbyrðuna, týdningin av at gera skúlating og at hava góðan arbeiðsmoral, so er tað ikki, fyrr enn tey merkja tað á egnum kroppi og sinni, at tað gongur upp fyri teimum.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2018, sum kom út í august.