Tíðindi

Einsemi í koronatíðini fær børn og ung at spæla meiri telduspøl

At spæla telduspøl er sosialt og inkluderandi, men av tí at stór handilslig áhugamál gera seg galdandi, kann tað elva til stórar munir millum børn

23.12.2020

 – Børn lýsa tað at spæla telduspøl sum at vera sosialt saman við vinum bara talgilt. Umframt at brúka meiri tíð til spøl í koronatíðini, hava børn eisini brúkt meiri pengar til spøl, sigur Henry Mainsah, granskari við nýtsluinstituttið SIFO í Oslo.

Saman við starvsfelaganum, Kamilla Knutsen Steinnes, hevur hann kannað, hvussu børn og ung skilja og spæla telduspøl í telduspælheiminum, sum fer fram á netinum og er handilsligur.

Nógv gott við spølum

Børn halda sum heild, at øll kunnu spæla telduspøl, at øll hava atgongd til tað, og at tað virkar ímóti einsemi og útihýsing. Tað er ein týdningarmikil máti at vera saman við øðrum og hava samband við onnur, umframt eisini ein háttur at fáa nýggjar vinir. At spæla telduspøl hevur enntá fingið størri leiklut í sosiala lívinum hjá børnum, meðan korana hevur leikað í.

– Sum heild siga børn frá nógvum, sum er gott við telduspølum, men vit hava í kanningini eisini funnið ymiskt negativt, sum er bundið at kommersiellu og persónligu nýtsluni av spølunum, sigur Mainsah.

Sum partur av verkætlanini hava tey havt samrøðu við børn og ung í aldrinum 11-17 ár. Granskararnir hava eisini eygleitt børn, meðan tey spæla, og tey hava fingið børn at tekna, hvat og hvussu tey spæla.

Verja ímóti handilsligum áhugamálum

Granskingarverkætlanin hevur havt til endamáls at kanna, um børn menna kritiskar talgiltar miðlaførleikar, soleiðis at tey duga betur at standa ímóti handilsligu áhugamálunum, sum eru í heiminum við telduspølum.

– At førleikamenna børn at gerast góðir miðlabrúkarar og verja tey er ein stór uppgáva í samfelagnum í dag, sigur Mainsah.

Hann sigur, at børn sum heild duga væl at hugsa seg um og eru tilvitað um ymiskan marknaðarlogikk og handilslig viðurskifti í spølum. Tey duga á at skyna, tá ið talan er um tilboð, sum einki hald er í ella er snýt, og tá ið upplýsingar og lýsingar verða flættað inn í spøl. Kortini halda børn, at tað er ringt at hava yvirlit yvir upplýsingarnar, tey fáa, meðan tey spæla.

– Telduspøl seta støðugt størri krøv til, at børn duga at verða brúkarar, sigur hann.

Brúkaraførleikar er eitt nú eginleikar, vitan og hugburður, sum øll hava tørv á fyri at kunna vera kritisk og tilvitað á marknaðinum.

Ávirkað av influensarum

Børn eru vitandi um, at einstakir kendir persónar, sum tey fylgja og síggja upp til í sosialu miðlunum, kunnu verða stuðlað av handilsligum áhugamálum, uttan tó at tað kemur greitt fram, at tey eru stuðlað.

Tey skilja, at ein sokallað influensumarknaðarføring er ein vinn-vinn-støða fyri bæði influensaran og handilsliga áhugamálið, sum stendur aftanfyri, eftirsum báðir partar fáa umrøðu.

Magnus: «Til dømis, ein ógvuliga kendur YouTubari, sum eitur PewDiePie, hann spældi fyrradagin. Hann spældi eitt spæl, sum eitur Warthunder. Eg havi bara hoyrt um tað spælið eina ferð. So havi eg hoyrt, at tey, sum hava gjørt spælið, tjentu næstan eina millión, eftir at hann spældi spælið. Soleiðis, so skjótt, bara tí hann spældi tað». 

– Tað er sjón fyri søgn, at serliga hetta slagið av marknaðarføring riggar sera væl og hevur ávirkan á tey yngstu, sum hava fáa hug at keypa, meðan tey hava spælt, tí lýsingar og upplýsingar eru flættaðar inn í spælið, sigur Mainsah.

Stórir munir í penganýtslu

Hvussu nógvir pengar verða brúktir, er sera ymiskt. Summi brúka nógv, onnur einki. Summi brúka nógvar pengar til útgerð, so sum teldu, skíggja, tastatur og stól, meðan onnur brúka pengar upp á spølini ella ymisk hald. Umframt at brúka pengar upp á spøl á ymsu spælpallunum, brúka børnini eisini pengar uttan fyri sjálva spælverðina til ymiskt, so sum t-blusur, troyggjur, plakatir, figurar av ymsum spælverunum – sokallað «gaming merch.»

Spølini brúka ymsar strategiir fyri at fáa børnini at brúka pengar. Nógv spæl eru ókeypis, men meðan spælt verður, eru ymisk tilboð, sonevndar mikrotransaksiónir.

– Tað er avbjóðandi at hava yvirlit yvir alt hetta; serliga yngstu dreingirnir brúka nógvar pengar, meðan teir spæla, sigur Mainsah.

Tey yngstu er lættast at ávirka

Tey ungu halda, at tað er nógv at taka støðu til, tá ið talan er um at verja seg frá óynsktum lýsingum og brot á persónsverjuna. Tað er serliga yngstu børnini, sum eru fyri trýsti at keypa, freistandi tilboðum, bráðkeypi og stúranum fyri at vera uttan fyri felagsskapin. Óðin: «Tað eru so nógv 10-11 gomul, sum hava brúkt allar lummapengarnar upp á Fortnite. Eg veit frá yngra beiggja mínum, at tú verður settur uttan fyri sosialt, sum tú ikki hevur skins (…) Men til dømis beiggi mín, sum spælir PlayStation, hevur ikki hóming av, at tey fáa upplýsingar um hann».

Telduspøl virka ímóti einsemi

Børn halda, at øll kunnu spæla telduspøl, og at tað virkar ímóti einsemi og útihýsing. Tað er ein týdningarmikil máti at vera saman við øðrum uppá og hava samband við onnur umframt at fáa nýggjar vinir. Kanningin vísir, at telduspøl hava fingið uppaftur størri leiklut í sosialiseringini hjá børnum undir koronu.

«Spæla næstan allan dagin»

Summi spæla nakrar fáar ferðir um mánaðin, meðan onnur spæla upp til 5 tímar um dagin hvønn dag. Yngstu genturnar spæla minst, og yngstu dreingirnir siga, at teir spæla so at siga “hvønn dag” og “næstan allan dagin.”

Og børnini siga frá, at tað at spæla er at vera sosialur. Tey spæla sjáldan einsamøll, oftast saman við onkrum tey kenna, men eisini fremmandum.

– Spæl ger, at børnini hava okkurt at tosa um, tá ið tey eru saman í skúla og aðra staðni, sigur Mainsah.

At læra úr spølum

Børnini siga, at tey hava lært og læra nógv av at spæla. Tað mest týðandi er, at tey hava ment at hugsa strategiskt, kreativt, at tey hava lært at loysa trupulleikar og at samskifta. Tað snýr seg um samstarv við onnur, fysiskar eginleikar so sum eyga-hond- samskipan, mál, at hava tol og at hugsavna seg.

– Tey siga eisini frá, at tey hava fingið størri fatan fyri øðrum mentanum, sigur Mainsah.

Hóast tað at spæla telduspøl í høvuðsheitum gevur felagsskap og kensluna av at duga eitthvørt, kann tað materiella og peningaliga við spæli vera við til at elva til munir á børnum og at gera munirnar størri.

– Børn, sum ikki hava ráð at keypa neyðugu útgerðina og best umtóktu spølini, sum javnaldrarnir spæla, kunnu fella uttanfyri sosialt og kenna seg ikki at vera partur av felagsskapinum, sigur Henry Mainsah.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.