Tíðindi

Einir 45 skúlaflokkar telva

Ætlandi fer stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, ígjøgnum eitt skúlaár helst tvær ferðir út til hvønn flokk, sum hava talv á tímatalvuni, og her er talan um einar 40-50 flokkar tilsamans

18.01.2018

- Siga vit, at tað eru 15 skúlar faldaðir við trý, so hava vit leysliga mett einar 45 flokkar til samans, sum telva, sigur Helgi Dam Ziska.

   Allir skúlarnir í Havn løgdu fyri fyri einum ári síðan í 1. til 3. flokk, og nú hetta skúlaárið 2017/18 eru einstakar útskiftingar í lærarahópinum, og tí eru onkrir flokkar dotnir niður ímillum, og ein 3. flokkur er vorðin ein 4. flokkur, har summir lærarar hava hildið fram at undirvísa í talvi, og í summum førum verður telvingin eisini brúkt í miðdeildini, eitt nú sum vallærugrein og kanska eisini lutvíst í 6. flokki.

   Hetta skúlaárið er verkætlanin við telving víðkað til at fevna um Eysturoynna, og nú í januar og februar fer Helgi á eina rundferð í allar flokkar, sum vísa talvinum áhuga. Hann hevur sett fýra vikur av til at vitja allar flokkar, sum vilja tað.

   Í Gøtu skúla brúka tey talv sum vallærugrein. Tað vil siga, at tey umframt hondarbeiði og smíð hava talv. Har telva tey kanska í tveir tímar í seks vikur.

   Hann vitjar hvønn flokk einar tvær ferðir ígjøgnum árið og skipar fyri eini kapping í Havn og einari í Eysturoynni.

   Hví er Helgi Dam Ziska farin út í skúlarnar at undirvísa í talvi?

   Hann greiðir frá, at Talvsamband Føroya fær eina játtan á fíggjarlógini, og har er vorðið pláss fyri, at Helgi hevur fingið eitt hálvtíðarstarv. Hann telvaði í eini trý-fýra ár við einum donskum liði í Danmark, og í tí sambandi vóru telvararnir úti og undirvístu. Hetta liðið skipaði eisini fyri innleiðsluskeiði, og soleiðis kom Haldi uppí tað umhvørvið, sum hevði gjørt eina verkætlan fyri talvi í skúlum.

   Helgi Dam Ziska hevur búð í Edinburgh í Skotlandi, haðani hann er útbúgvin búskaparfrøðingur. Meðan hann búði í Edinburgh kappaðist hann við einum liði í donsku liðkappingini eitt vikuskifti um mánaðin. Í tí sambandi var hann onkra viku úti á skúlum og hevði innleiðsluskeið í talvlæru. Við hesum førningi kom hann heimaftur til Føroya. Hann heldur, at børnini eru rættiliga áhugað í talvi. Hetta er eitt spæl, ein sera framkomin logistisk, strategisk avbjóðing, ið eggjar kappingarhugin.

   Í 2011 samtykti ein meiriluti í ES-tinginum í Strasbourg í Frankaríki at fáa skúlatalv á tímatalvuna í øllum 27 limalondunum í Europasamveldinum. Hetta var alt í samsvari við Kasparov-verkætlanina, ‘The Kasparov Chess Foundation’, sum síðan 2002 hevur breitt skúlatalv út í 3.500 skúlar í USA í øllum 50 statum.

   Í Kasparov-verkætlanini stendur m.a., at telving kann betra evnini hjá at hugsavna seg, at børn við at telva menna síni kreativu evni, at telving stimbrar bæði tolni og áhaldni, at telving styrkir minnið og evnini at taka avgerðir, og at børn við at telva læra seg at analysera støður.

   Tí er talv vorðin ein væl dámd lærugrein í føroyskum skúlum eisini.

Myndin:

Hetta skúlaárið er verkætlanin við telving víðkað til at fevna um Eysturoynna, og nú í januar og februar fer stórmeistarin Helgi Dam Ziska á eina rundferð í allar flokkar, sum vísa talvinum áhuga. Hann hevur sett fýra vikur av til at vitja allar flokkar, sum vilja tað

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni