Tíðindi

Eingin gransking í Svøríki av, hvussu korona ávirkar skúlanæmingar

Sviar hava ikki tikið av møguleikanum at kanna, hvørja ávirkan koronufarsóttin hevur á skúlanæmingar, halda granskarar

26.06.2020

Øllum kunnugt hevur Svøríki valt ein annan veg enn flest onnur lond undir koronufarsóttini; meðan lond í hópatali hava latið skúlar og stovnar aftur, hevur mestsum alt verið opið í Svøríki. Tí hevur landið havt ein einastandandi møguleika at granska smittuspjaðing millum børn og ung. Ger tað nakran mun at lata skúlarnar aftur? Ella eru børn í minni mun enn vaksin smittuberarar? Men henda møguleikan hava sviar ikki tikið av, skrivar

Science Magazine, sum hevur tosað við fleiri granskarar. Tað hevur ikki verið systematisk uppsporan av smittu millum skúlanæmingar. Carina King, sum er farsóttarfrøðingur við Karolinska Instituttið í Svøríki, heldur, at tað er sera harmiligt, at sviar ikki hava brúkt henda møguleikan.

– Tað er ógvuliga ørkymlandi, at vit ikki hava kunnað svarað einføldum spurningum um smittu, og hvønn leiklut ymiskt átøk hava havt, sigur hon. Hon og starvsfelagar hennara hava gjørt eitt granskingarupplegg, sum hevur til endamáls at kanna smittuútbrot í skúlum, men orsakað av vantandi tíð, fígging og royndir hava tey ikki megnað at gjøgnumført granskingina. Og tey fara ikki at koma á mál, áðrenn skúlaárið er av.

Svøríki kannar bara fólk, sum hava sjúkueyðkenni av covid-19. Ikki øll eru samd um, at landið eigur at kanna smittuspjaðing í skúlunum.

– Virusið er so nógva staðni í samfelagnum, at fólk við ábyrgd ikki halda, at tað gevur meining at finna fram til fólk, sum kunnu vera smittað. Vit kanna bara fólk, sum hava sjúkueyðkenni, og tað er tað skilabesta, sigur Jonas Ludvigsson, sum eisini er granskari við Karolinska Instituttið.

Meðan smittuuppsporanin í Noregi hevur ávarað tey, sum hava verið í nánd av einum skúla við nógvari smuttu, hava sviar valt at latið vera. Orsakað av ymsum fyrilitum hava bara foreldur og starvsfólk í skúlum fingið boð, um lívið hjá onkrum hevur verið í vanda.

– Eingi børn hava spælt við børn, sum eru smittað covid-19, hóast flest børn hava eingi ella bara mild sjúkueyðkenni sum eitt sindur av kosta og fepri, sigur Ludvigsson.

Hann hevur skrivað grein í tíðarriti, sum sigur, at lítil sannlíkindi eru fyri, at børn eru týðandi smittuberarar av koronu. Men Ludvigsson hevur ikki kunnleika um dømi, har starvsfólk í skúlum eru deyð av korunu, uttan at tað hevur verið kannað, hvaðani smittan er komin. Enntá í einum skúla, har ein lærari doyði, og 18 av 76 starvsfólkum vórðu testað positiv, vóru næmingarnir ikki kannaðir.

Tað sær út til, at børn í minni mun enn vaksin verða smittað av korunu. Kunnu tey verða stillir smittuberarar?

– Eg stúri fyri, at tað ov lættliga kann verða sagt og tikið fyri givið, at skúlanæmingar, sum ikki hava sjúkueyðkenni, ikki spjaða covid-19 til vaksin, sigur Anita Cicero við Johns Hopkins University í USA til Science Magazine.

– Í Svøríki hava tey ein einastandandi møguleika at skilja smittuketurnar betur, men tú finnur ikki tað, tú leitar eftir.

Cicero heldur, at USA og onnur lond, sum hava latið skúlar aftur, kunnu fáa stórt gagn av slíkari gransking.

Svøríki hevur fyribils uppteljingar av, hvussu nógv fólk í ymsu aldursbólkunum eru smittað. Folkhälsomyndigheten hevur kannað 1100 persónar fyri antievni, sum bendir á, um tey hava verið smittað av koronu.

4,7 prosent av børnum og ungum undir 20 ár høvdu slík evni í blóðnum síðst í apríl, samanborið við 6,7 prosent av vaksnum millum 20 og 64 ár og 2,7 prosent av eldri millum 65 og 95 ár.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.