Tíðindi

Eingin avgerð tikin um landsroyndirnar og PISA

- Eg veit, at lærarar eru ymiskir á máli um, hvat eigur at verða gjørt. Í øllum førum eiga vit ikki at leypa framav og taka eina skjóta avgerð, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður

03.04.2023

Í samgonguskjalinum stendur, at ætlanin er at endurskoða landsroyndirnar og PISA-royndina. Landsroyndirnar hava verið síðan 2008, og vit hava tikið lut í PISA-royndini síðan 2006. Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at úrslitini frá royndunum so gott sum ikki verða nýtt, og einki verður granskað í teimum. Fleiri eru eisini í iva um, hví vit hava lands- og PISA-royndir, og hvat endamálið við teimum er. Felagið reisir aftur spurningin, hví vit í grundini nýta pening og orku upp á hesar royndir, tá vit ikki brúka tær til nakað gagnligt.

Hóast tað stendur í samgonguskjalinum, at royndirnar verða endurskoðaðar, so heldur landsstýrismaðurin, at tað er ov tíðliga at taka avgerð um, hvat eigur at verða gjørt. Ein frágreiðing verður í løtuni gjørd um, hvat vit ítøkiliga fáa burtur úr at hava landsroyndir, og hvussu tær kunnu verða brúktar betur.

- Eg veit, at lærarar eru ymiskir á máli um, hvat eigur at verða gjørt. Í øllum førum eiga vit ikki at leypa framat og taka eina skjóta avgerð, men viðgera málið, sigur Djóni N. Joensen.

Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálaráðnum heldur ikki, at tað er rætt at siga, at úrslitini í landsroyndunum als ikki verða brúkt.

- Skúlarnir fáa innlit í, hvussu næmingarnir hava megnað at loyst ymsu uppgávurnar og kunnu brúka úrslitini at seta inn eftir tørvi hjá einstaka næminginum og flokkinum. Foreldrini verða eisini kunnað um úrslitið hjá sínum barni, so her eru átøk, sum skúli og foreldur kunnu verða felags um. Myndugleikarnir hava eisini nýtt úrslitni at gera vart við eitthvørt.

- Skúlaskipanin eigur at hava nøkur eftirmetingaramboð. Landsroyndirnar kundu verið eitt gott amboð at bøtt um menningina hjá einum næmingi, tí tað ber til at síggja, hvussu næmingurin ítøkiliga loysir hvørja einstøku uppgávu. Landsroyndirnar komu á sinni bæði tí, at tí lærarar ynsktu at fáa nøkur eftirmetingaramboð, og tí at myndugleikin ynskti at vita, hvussu fakliga støðan var í fólkaskúlanum. Tað eru fleiri, sum seta spurning við, um landsroyndirnar eru rætta eftirmetingaramboðið. Hetta kundi verið broytt til, at landsroyndin bara verður eitt eftirmetingaramboð innanhýsis í skúlanum og ikki eitt landsamboð. Hetta eru spurningar, sum vit fara at viðgera. Tá ið sagt verður, at tað verður undirvíst fram ímóti eini roynd, so er tað helst rætt, tí tey allarflestu ynskja at klára seg væl í eini roynd. Hinvegin so verða landsroyndirnar gjørdar við støði í námsætlanum, og tær eru grundarlagið, tí skúlarnir undirvísa sambært námsætlanum.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni