Tíðindi

Ein íløga í framtíðina

Nógv stríð er í samgonguni og løgtinginum undir yvirskriftini at framtíðartryggja Føroyar. Hart stríð var um fiskivinnunýskipanina, og uppskotið um pensjónsnýskipan er til viðgerð. Hesi eru avgjørt mál, ið hava týdning fyri framtíðar Føroyar, men politikararnir eiga samstundis at hava í huga, at týdningarmesta íløgan í at framtíðartryggja Føroyar, eru íløgur í eina væl útbúna arbeiðsfjøld. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag

26.01.2018

Allir føroyingar verða møttir í fólkaskúlanum, har vit búnast og mennast persónliga eins og fakliga til skilagóðar ungdómar. Grundin í fakligu menningini hjá tí einstaka verður løgd í fólkaskúlanum, tí er tað avgerandi, at fólkaskúlin er góður, so at næmingar koma haðani fakliga væl grundaðir og klárir at møta lívinum.

Seinnu árini hava kommunurnar tikið eitt megnar tak fyri fólkaskúlan við íløgum í nýggjar, stásiligar og tíðarhóskandi skúlabygninguar. Avgjørt virðiligir karmar fyri næmingarnar, lærarar og leiðslur. Íløgurnar hjá kommununum í karmar gera mun, men tær muna lítið, um Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið ikki eisini spæla við at skapa tann góða fólkaskúlan.

Dugnaligir lærarar og góðar leiðslur eru bulurin í fólkaskúlanum, tí er tað so týdningarmikið, at fólkaskúlin megnar at draga hesi at sær og at varðveita tey í skúlanum. Góðar leiðslur í skúlunum skapa lærarum og næmingum bestu karmar at undirvísa og læra í. Við góðum umstøðum verða lærarar stuðlaðir í at undirvísa við yvirskoti hvønn dag. Tí tað ber ikki til at deila út av einum undirskoti.

Ein avgerandi partur í tí góða fólkaskúlanum er, at tey best skikkaðu velja lærarayrkið og vilja átaka sær leiðslulábyrgd í fólkaskúlanum. Ein partur í hesum er, at hesi størv eru væl lønt. Er lønin í fólkaskúlanum ikki kappingarfør við annað virksemi í samfelagnum, so er trupult at fáa best skikkaðu at velja lærarayrkið. Tá er eisini vandi fyri, at dugnaligar leiðslur og góðir lærarar søkja úr fólkaskúlanum til annað virksemi, ið lønar seg betur. Tað hava vit sum samfelag ikki ráð til.

Krøvini til leiðslurnar frá Mentamálaráðnum um umsiting og útbúgving eru hækkað. Samstundis eru eisini fleiri lærarar komnir í fólkaskúlan við drúgvum ískoytisútbúgvingum. Hesi meirkrøv og betur útbúgvin starvsfólk eru broytingar, ið avgjørt eru góðar fyri fólkaskúlan. Men myndugleikarnir kunnu ikki krevja meira og fáa betur útbúgvið starvsfólk í fólkaskúlan, og framvegis rokna við at skula gjalda tað sama. Størri krøv og betur útbúgvið starvsfólk í fólkaskúlanum kosta meira. So einfalt er tað.

Kommunurnar vísa stórar tankar um fólkaskúlan við íløgum á hundraðtals milliónir upp á útbygging av fólkaskúlum. Hetta eru góðar íløgur í framtíðar Føroyar. Men hesar íløgur koma ikki til sín rætt, um landsmyndugleikarnir ikki eisini spæla við. Góðu fysisku karmarnir gera lítlan mun fyri fólkaskúlan uttan dugnaligar leiðslur og góðar lærarar. Ein lønarhækking til leiðslur og lærarar í fólkaskúlanum fer at draga dugnalig starvsfólk til fólkaskúlan, og tað fer at síggjast aftur í einum betri fólkaskúla og dugnaligari næmingum. Tað er ein íløga í komandi ættarlið og ein íløga í at framtíðartryggja Føroyar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.