Tíðindi

Ein tími ger stóran mun

- Hesin eini tímin, sum vit hava fingið afturat til alis- og evnafrøði í 8. flokki og 9. flokki, kennist sum tvífalt so nógv, sigur Jacob Eli S. Olsen, sum er lærari í Eysturskúlanum í Havn.

13.06.2017

Lærugreinin alis- og evnafrøði í 8. fekk í 2015 ein tíma afturat og í 9. flokki somuleiðis ein tíma afturat í 2016. Hetta ger sera stóran mun, sigur Jacob Eli S. Olsen; hann hevur undirvíst í fleiri av náttúruvísindaligu lærugreinunum í 16 ár.
- Tað er sera tíðarkrevjandi at undirvísa í alis- og evnafrøði, tí royndirnar taka tíð at fyrireika og gera. Lærarin skal náa rættiliga nógv evni og førleikamál, og býta vit førleikamálini upp í tíðina, so er ógvuliga stutt tíð til hvørt málið. Hesin eini tímin, sum vit hava fingið afturat í 8. flokki og 9. flokki, kennist sum tvífalt so nógv, so tað fegnast vit um.

Ein bati afturat, ið hevði munað, hevði verið, um hámark varð sett á, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í hvørjum alis- og evnafrøðiholdi.
- Av tí at nógvir næmingar vilja hava alis- og evnafrøði í hádeildini, tí tað gevur teimum betri kort á hondini, tá ið teir søkja á miðnám, so verða holdini øgiliga stór. Tað er sera trupult at skipa eina góða undirvísing við stórum holdum. Tá ið næmingar hava køk, eru holdini í mesta lagi 12; í alis- og evnafrøði eru tey vanliga 22-24. Tað er sera trupult at gera kanningar og viðgera kanningar við so stórum holdum. Tí átti hámark verið sett á alis- og evnafrøðiflokkarnar, so eingin flokkur er meiri enn 12 næmingar.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.