Tíðindi

Ein til tíggju – takk

Góð byrjan er hálvt verkið. Soleiðis er við so nógvum, og eisini við tíðini hjá børnunum í fólkaskúlanum. Fyrstu skúlaárini hava stóran týdning fyri skúlatíðina hjá barninum, og tí eiga lærarar í yngstu flokkunum at hava umstøður at møta stóru krøvunum í hesi týdningarmiklu tíðini hjá børnunum.

24.02.2021

Lærarin í fyrsta flokki hevur ikki stundir at vera um einstaka næmingin í tann mun, sum endamálsorðingin ásetur. Í lógini stendur, at lærarin skal hava fyrilit fyri einstaka næminginum, og næmingurin skal nema sær kunnleika, sum stuðlar barninum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Hesum vilja lærarar eisini arbeiða til frama fyri fyri hvønn næming, men lærarin má hava neyðugu umstøðurnar; um ikki, eru hetta bara føgur orð. Hvussu í verðini kunnu lærararnir í fyrsta flokki liva upp til hesi mál, tá ið teir eru einsamallir við 24 næmingum og upp í 26? Fleiri lærarar mugu til í skúlanum, so at tað ikki kemur fyri, at ein lærari í yngstu flokkunum er einsamallur um 24 næmingar.

Lærarar, sum undirvísa yngstu flokkunum, hava alt ov nógvar næmingar at vera um, og av tí sama ov stutta tíð til einstaka barnið. Lærarar og skúlaleiðarar hava víst á hetta og hava ynskt, at t.d. tvílæraraskipanin verður víðkað, men uttan úrslit. Men so kom korona og noyddi skúlan at skipa undirvísingina í bólkar við uml. 10 næmingum, skúlarnir fingu eitt gylt høvi, og lærarar hava góðar royndir frá hesi skipan. Ein lærari vísti á, at nú hann bara hevði 10 næmingar, so var setningurin náddur eftir hálvari tíð, tí at hann fekk vegleitt næmingin nógv betur, so at hann skilti uppgávuna, og arbeiðsfriðurin var betri.

Løgtingið hevur umrøtt ein fyrispurning um lærugreinabýtið í fólkaskúlanum. Orðaskiftið fór í fleiri ættir, og tað var áhugavert hoyra áhugan hjá løgtingslimum. Ført varð fram, at fólkaskúlin trongdi til tillagingar, og hann hevði havt gagn av størri plássi fyri spontaniteti, verkligum, handaligum og listarligum arbeiðsháttum og arbeiði, har næmingarnir eru úti. Eg eri samdur í eygleiðingunum, men um skúlin skal møta hesum ynskjum, so má hann hava fleiri lærarar, tí hesir arbeiðshættir krevja, at lærarin kann arbeiða við smærri næmingabólkum, og ikki floksstøddum á 24. Tað er ikki ráðiligt at fara túr einsamallur lærari við 24 næmingum, og tað ber ikki til at skipa undirvísing við verkligum arbeiðsháttum við so nógvum, tí at lærarin fær ikki rokkið einstaka barninum.

Tað er púra burturvið, at vit hava eina skipan, har ein lærari kann fáa ábyrgdina at undirvísa upp til 26 næmingum í fyrsta flokki einsamallur. Lærarin í fyrsta flokki er eisini í eini serstøðu, tá ið hann skal varða av nógvum børnum, samanborið við aðrar skipanir, ið hava ábyrgd av børnum í sama aldri. Barnagarðurin og frítíðarskúlin royna at skipa seg við einum starvsfólki fyri hvørji seks børn, og í forskúlanum eru níggju børn fyri hvørt starvsfólk. Hetta vísir støðuna týðiligari, hvussu truplar umstøður lærarar og børn í yngstu flokkunum hava.

Korona vísti okkum, hvussu nógv betri umstøður børnini høvdu, um hvør lærari bara hevði ábyrgd av 10 næmingum. Hetta eiga vit at taka við okkum. Íløgan í at hækka talið á lærarum hjá smæstu børnunum fer at løna seg aftur í eini betri byrjan á skúlatíðini hjá nógvum næmingum, og tað fer at gagna barninum restina av skúlatíðini. Politiska skipanin kennir álvaran í hesum og eigur at finna loysnina at gera hesa koronaskipan til eina varandi skipan, so at hámarkið er ein lærari til 10 næmingar í yngstu flokkunum.

Oddagrein eftir Jacob Eli S. Olsen, formann Føroya Lærarafelags, í Skúlablað nr 1, 2021, sum júst er komið.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.