Tíðindi
23.01.2018
Landsstýriskvinnan hevur lýst 2018 at vera ár fyri málmenning hjá børnum. Skuldi tú givið henni eini ráð um at framt eitthvørt, eitt tiltak, eitt átak, eina herferð, eina játtan til eitthvørt, hvat hevði tað verið og hví?
- Sjálvandi er tað gott, at landsstýriskvinannan í mentamálum hevur lýst árið 2018 at verða ár fyri málmenning hjá børnum, men tað átt ikki at verið neyðugt hjá henni at gjørt, tí at vit áttu í roynd og veru at havt hvørt einasta ár sum málmenning hjá børnum. Tá ið tað er sagt, so veit eg eisini ólukksáliga væl, at átøk eiga at verða gjørd við málmenningina, so at tað aftur verður tíðarhóskandi hjá teimum ungu at tosa føroyskt.
- Landsstýriskvinnan hevur sett av eina millión at menna málið hjá ungum. Tað skulu fleiri ferðir ein millión til hetta arbeiðið. Hetta er aftur eitt av hesum átøkunum, har nakrar málkrónur verða latnar til at menna málið hjá børnum, og onki sum so er samskipað frammanundan, hvat pengarnir skulu brúkast til. Hevði Nám verið við í arbeiðinum, so tey gjørdu átøk innan málmenning og læraraskúlin eisini var við og skúlar og ikki minst, at játtanin til Bókadeildina varð hækkað til tað dupulta, at telduskipanir á føroyskum vórðu mentar, at tey, sum longu nú sita og brúka sína orku, ókeypis at royna at føroyska ymiskar heimasíður, fáa løn, at undirvísingartilfarið er føroyskt allan vegin upp ígjøgnum skipanina - fór upp í miðnám. Hetta, sum eg her havi reksað upp, kostar meir enn eina millión, og tað kann ikki kunngerast eina viku undan nýggjársaftan. Slíkt skal sigast í ógvuligari góðari tíð, so at tey ymisku liðini kunnu skipa eitt slíkt málmenningarár, tí at vit fara kanska ikki at síggja fruktina av málmenningarárinum fyrr enn í 2019.
- Um okkurt átak skal gerast, sum munar, so hevði verið gott, um Nám gjørdi eina heimasíðu til innskúling, miðdeild og hádeild við teimum fimm tekstasløgunum, sum eg haldi, at allir næmingar skulu nema: Skaldsøgur/stuttsøgur, yrkingar, myndlist, fjølmiðlar og film. Henda heimasíðan átti at verið gjørd soleiðis, at uppgávur vórðu gjørdar til hvønn einstaka tekstin, at næmingarnir sluppu at greina og tulka og sjálv at skriva tekstir, so at tey fingu betri innlit í eina skrivitilgongd, at næmingarnir sluppu at mála, tá ið tey fingust við málningar, at tey sluppu at gera film, tá ið tey arbeiddu við filmi, at tey sluppu at gera innsløg, skriva greinar, stuttsøgur og yrkingar, og harvið kundi skúlin havt fleiri verkligar venjingar til at bygt upp undir tann ástøðiliga partin.
- Vit, sum arbeiða við málinum hvønn dag, vit, sum undirvísa í føroyskum og alla tíðina hava málið á tunguni, vit síggja, at kanska tann parturin av øllum hesum málinum, sum manglar, er, at foreldur og vaksin tosa ov lítið við børn síni, og tí kundi tað verið áhugavert, um Fróðskaparsetrið ella Málráðið í samstarvi við Útvarpið fann eitt vikuorð fram, sum foreldur kundu tosa við børn síni um, og at hetta orðið stóð í einum teksti, sum varð lisin upp í Útvarpinum. Hvønn orðaflokk, orðið hoyrir til, hvussu tað verður bent, og hvussu orðið skal mentanargerast, tað vil siga, gerast ein partur av samskiftinum millum menniskju. Hetta kundu so bókasøvnini á skúlunum kring landið tikið upp, soleiði, at átakið varð ein partur av gerandisdegnum hjá næmingunum.
- Eitt tað besta, sum Nám hevur gjørt av nýggjum í føroyskum tey seinastu nógvu árini, eru tær temasíður, sum eru á heimasíðuni hjá Námi. Nám átti at lagt dentin á at gjørt fleiri slíkar temasíður, sum høvdu við málmenning at gera. Tað kundi verið, at tey fóru at gera smáar málfilmar til undirvísingar, og at temasíðurnar í árinum vórðu halgaðar málmenningini.
- Hetta eru bara nøkur heilt fáa boð. Tó er besta boðið at vísa á, hvussu stóran týdning føroyskt hevur. Tí at mennir tú málsliga førleikan hjá teimum ungu, so mennir og styrkir tú samstundis samleikan hjá teimum ungu.
- Nógvir lærarar liggja inni við eini rúgvu av undirvísingartilfari. Eitt annað gott átak hevði verið, um Mentamálaráðið setti av lønir til tvey fólk um árið at arbeiða við undirvísingartilfari, sum tey hava liggjandi. At tey verða sett í starvi í Námi í eitt ár at gera tilfar við tí møguleikanum, at tey kunnu søkja um eitt ár afturat. Lønin fyri arbeiðið skuldi fylgt tí lønarstiginum, tey vóru á sum lærarar, so at tey ikki fara niður í løn fyri at gera arbeiðið.
Eitt av endamálunum við árinum fyri málmenning er at fremja tilvitið um málmenning; hvat heldur tú skal til fyri at fremja tilvitið í almenninginum, á dagsstovunum, í skúlanum?
- Vit, sum undirvísa í skúlunum, fáast hvønn dag við at menna tað føroyska, tí at tað enska er so næskt, tað smoyggir seg oman yvir tað føroyska málið, sum ein snúltari fer tað inn í setningsbygnaðin og tekur yvir føroysk orð, sum vit longu hava í málinum. Eg hoyri næmingar tosa enskt sínámillum í fríkorterinum, og tá ið eg spyrji teir, um teir droyma á føroyskum ella á enskum, og teir svara, at teir viðhvørt eisini droyma á føroyskum, so má eg siga við teir, at teir hava enskt sum móðurmál og ikki føroyskt. Hetta eru dreingir, ikki nógvar gentur, og tó. Støðan er syrgilig hjá nøkrum fáum næmingum, so syrgilig, at tey ikki megna at tosa um søgu ella lívfrøði á føroyskum, tí at næmingarnir leita eftir at týða tað enska heitið fyri okkurt lívfrøðiligt til føroyskt. So kundi ein spurt seg sjálvan, hvussu ber tað til, at tað er vorðið so galið? Eg havi ikki eitt eintýðugt svar. Helst er tað tí, at av teimum 24 tímunum í samdøgrinum, so lurta teir eftir enskum máli, og tí víkir tað føroyska. Vit eru eisini so ógvuliga bangin fyri, at tey skulu læra okkurt nýtt føroyskt, tí at tey velja so nógv í gerandisdegnum, at tey velja fyri tað mesta frá, og tá spyrja tey seg sjálv og verðina, hvat tey skulu brúka føroyskt til, men um tey ikki duga at seta føroysk orð á heimin, so hava tey mist málið.
- Nú ljóðar hetta sum ein dómadagur, tað veit eg. Tað eru ikki allir næmingar, sum eru soleiðis. Fleiri duga væl føroyskt og duga væl at orða seg á føroyskum, tað er vist. Flest eru kanska á miðjuni, og fyri at lyfta hesi upp, so hevur tað týdning, at tosað verður við tey heima, at tosað verður um politikk, etikk, um átrúnað, tónleik, bøkur, filmar, familju, ja, alt hetta, sum ger, at vit eru eitt samfelag. Eisini má játtanin til Bókadeildina hækkast, soleiðis at vit kunnu fáa fleiri bøkur, sum føroyskir høvundar skriva um føroysk viðurskifti, og at tey kunnu týða væl umtóktar bøkur til føroyskt so skjótt sum gjørligt, helst áðrenn tey ungu lesa tær á enskum.
- Sum eg byrjaði við at siga, so røkkur ein millión ikki langt. Men um vit øll stóðu saman um at tosa nógv við tey ungu um alt møguligt, eisini tað, sum teimum dámar, eitt nú tað, sum er á netinum, og vit royna at tosa við tey um, hvussu tað kundi itið á føroyskum, so fáa vit tey við í málmenningina, og so verður henda málmenningin ikki bara eitt átak, har vit vaksnu siga við tey ungu, hvussu tey skulu gera, men tað verður til eitt samskifti, har málið verður dyrkað.
Oddfríður M. Rasmussen er lærari, rithøvundur og ritstjóri. Hann hevur givið hevur fleiri yrkingasøvn út, skrivað nógvar stuttsøgur og tvær barnabøkur. Saman við Arnbjørn Ó. Dalsgarð ritstjórnar hann tíðarritið Vencil.
Skúlablaðið varpar ljós á málmenning í sambandi við, at landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum hevur sett árið at verða ár fyri málmenning hjá børnum.
Les eisini:
http://www.skulabladid.fo/m%C3%A1lmenning-hj%C3%A1-b%C3%B8rnum-%E2%80%93-eitt-st%C3%B3rt-%C3%B8ki-men-hvat-hevur-st%C3%B8rstan-t%C3%BDdning