Tíðindi

Ein kensla av máttloysi, tá barnið ikki vil í skúla

- Tað er ein sorg og ein kensla av máttloysi. Og skuldarkenslurnar níva. Tað sigur Poula Patursson, sum er mamma at barni við skúlaaftran. Í seinastu útgávuni av Skúlablaðnum greiðir hon frá støðuni, hon og familjan eru í.

13.03.2023

- Høvdu vit kunnað spolað tíðina aftur, høvdu vit gjørt alt av nýggjum og øðrvísi. Vit gjørdu okkara besta í allarbestu meining, men vit mugu viðurkenna, at tað, vit gjørdu, eftir ráðgeving og í samráði við skúlan, var skeivt og ikki tað besta fyri dóttrina. Vit skuldu ongantíð havt trýst hana, tá ið teknini byrjaðu at vísa seg, men áttu at tikið hond um rótina og trupulleikan beinanvegin og tikið avleiðingarnar. Gentan treivst ikki og hevði tørv á heilt øðrum tilboði, enn skúlin kundi bjóða. Tað er ógvuliga svárt, tá ið hon sigur seg ikki at hava álit á vaksnum fólki, hvørki foreldrum ella lærarum, og situr við kensluni, at eingin hevur lurtað og tikið hennara tørv í álvara, sigur Poula Patursson.

- Jú, tit hava tvingað meg í skúla, kundi gentan siga, tá ið foreldrini vardu avgerðirnar og vístu aftur, at tey ikki vildu ganga ynskjum hennara á møti.

- Vit harmast um, at vit hava trýst dóttrina út um hennara mørk, sigur mamman og ásannar, at skuldarkenslurnar níva. Spurningurin melur alla tíðina í høvdinum.

- Tað er ein stór sorg sum foreldur at uppliva dóttrina stríðast, tí gentan er gløgg og hevur góð evni. Kenslan er ikki góð, at vita sær, at hon kundi staðið seg væl, men er langt frá tí fakliga stigi, hon eigur at vera á í mun til aldur og floksstig. Hon vil fegin í skúla og læra, men hevur ikki megnað tað undir verandi umstøðum í skúlanum. Tað er svárt at staðfesta, tí tað er ein kensla av máttloysi og eitt neyðarróp um hjálp, sigur Poula Patursson.

Søgan um 12 ára gomlu dóttrina byrjar longu tíðliga í barnaárunum. Foreldrini varnast, at gentan er øðrvísi enn sínir javnaldrar og eldri bróðirin, og longu í 1. flokki fær hon staðfest diagnosuna ADHD. Í fyrstu atløgu var ikki hildið, at gentan hevði autismu, hóast atburðurin broyttist. Frá at vera lívlig, stuttlig og spælandi, gjørdist gentan innisæl og var meira fyri seg sjálva. Hon var ofta troytt og orkaði illa í skúla, men kom tó ígjøgnum tey bæði fyrstu skúlaárini.

Men so fóru teknini av álvara at vísa seg. Tá var hon byrjað í 3. flokki. Hon fekk oftari ilt í búkin, og hvør morgun var ein avbjóðing hjá familjuni at fáa gentuna í skúla. Hon vildi fegin, men orkaði ikki. Tað hjálpti gentuni at hava hundin við sær, men hundurin slapp ikki við inn um skúlagátt. Tað linnaði tó eitt vet, tá ið onkur vaksin var at taka ímóti og tók hond um gentuna og fekk veitt henni neyðugu hjálpina. Ofta var talan um ein námsfrøðing. Men tað var verri enn so gerandiskostur. Við millumbilum var ein stuðul settur til flokkin, men ikki til gentuna burturav. Og tað undrar foreldrini, tí tað var eitt kærkomið andarhald hjá gentuni, ið hevði so stóran tørv á hjálp og tryggleika og føstum kørmum til tess at megna dagin og skúlan.

Tað undrar eisini foreldrini, at skúlin og lærararnir tóktust at gáa meira eftir, um gentan kom rættstundis í skúla, heldur enn at vísa meiri áhuga fyri teimum avbjóðingum, sum gentan og familjan stríddust við.

Foreldrini vórðu kallað á fund, men hann eydnaðist ikki væl, og eftir fundin tóku foreldrini avgerð um, at dóttirin ikki skuldi halda fram í skúlanum. Tí boðaðu tey leiðsluni á skúlanum frá, og tá varð ferð sett á arbeiðið at finna gentuni annað og fyribils tilboð í serstovu.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 1, 2023


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.