Tíðindi

Ein framíhjárættur at vera skúlastjóri

Tú skalt gloyma alt um at vera til arbeiðis frá 8 til 16 og hava slætt borð, tá dagurin er av, tí boð kunnu vera eftir tær alla tíðina. Men kortini, so haldi eg, at tað er ein framíhjárættur at vera skúlastjóri, at sleppa at mynda ein skúla og sleppa at mynda næmingar. Tað sigur Høgni Joensen, sum er farin undir sítt seinasta ár sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt.

20.12.2023

Seinastu fimtan árini – líka so leingi, sum Skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík hevur verið – hevur Høgni Joensen verið skúlastjóri, og tá ið hetta skúlaárið er liðugt, fer hann frá fyri aldur. Honum hevur dámt sera væl at vera skúlastjóri.

- Eg havi trivist væl øll árini, fari glaður til arbeiðis og glaður heim hvønn dag úr arbeiði. Eg havi góð fólk rundan um meg, góðar lærarar og fittar næmingar, sigur Høgni Joensen, sum hevur umleið 40 starvsfelagar og umleið 400 næmingar.

Hann heldur, at tað er ein fyrimunur at hava nakrar starvsroyndir og ymiskar royndir, áðrenn tú setur teg í ein stjórasess. Tá ið hann tók við stjórastarvinum, hevði hann arbeitt nógv ár sum lærari, serlærari, skúlavegleiðari, fyrstilærari á bygd, verið lærararáðsformaður og røkt ymiskar álitissessir og leiðsluuppgávur í skúlanum umframt, at hann eisini hevði arbeitt í nøkur ár sum málsviðgeri í fyrisitingini í Tórshavnar kommunu við skúlaviðurskiftum.

- Eg kendi skúlan, skúlaskipanina og skúlaverðina sera væl, eisini tær avbjóðingar og trupulleikar, skúlastjórar kunnu koma í, so tað var ikki ein skelkur at gerast skúlastjóri. Alt gott um at hava teoriir at hella seg til, men lívsroyndir kunnu eisini vera sera góðar.

Harafturat hevur lyndið nógv at siga, hvør tú ert, um tú skalt trívast í starvinum, heldur hann.

- Tú skalt ikki taka alt persónligt, sum verður sagt, tú skalt hava harða húð, tí tú ert nógv útsettur, tí ósemjurnar kunnu vera nógvar, men leggur tú teg eftir at samskifta og samstarva virðiligt við øll og hava barnið í fokus, so kemur tú langt. At vera eyðmjúkur í samskiftinum við onnur hevur týdning, og tað hevur týdning at duga at lurta.

Høgni Joensen ásannar, at starvið er sera nógv broytt tíðarskeiðið, hann hevur verið skúlastjóri. Skúlastjórar hava í dag nógv samskifti og samband við myndugleikar og áhugabólkar av ymsum slagi.

- Eg stressist ikki av at hava nógvar fundir ella skriva brøv og samskifta við fólk. Eg veit, at summi gera tað, men tað er ein partur av arbeiðinum. Skúlin er so ótrúliga nógv broyttur hesa tíðina, eg havi verið skúlastjóri. Í míni tíð sum lærari var ikki líka vanligt sum at dag, at mál vórðu meldað til sosialar myndugleikar, og tað er eitt sindur ræðandi at hugsa um í dag. Nú á døgum hevur ein skúli nógv samstarv við eitt nú sosialar og aðrar myndugleikar, og tað kann fylla nógv. Skúlastjórastarvið er so øgiliga nógv annað og meiri enn at leggja tímatalvu og tryggja, at øll gera tað, tey skulu. Tú skalt veruliga tíma allar uppgávurnar, sum eru í starvinum, og tú skalt gloyma alt um at vera til arbeiðis frá 8 til 16 og hava slætt borð, tá dagurin er av, tí boð kunnu vera eftir tær alla tíðina. Men kortini, so haldi eg, at tað er ein framíhjárættur at vera skúlastjóri, at sleppa at mynda ein skúla og sleppa at mynda næmingar, og tað í sjálvum sær er fantastiskt at sleppa, og tí mást tú taka tað í álvara.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.