Tíðindi

Ein demokratisk skylda at útbúgva lærarar í føroyskum sum annaðmál

Elina Maslo er gestaundirvísari á útbúgvingini í føroyskum sum annaðmál á Fróðskaparsetri Føroya. Hon er ættað út Lettlandi, men hevur búð í Danmark í nógv ár, har hon millum annað undirvísir vaksnum tilflytarum og granskar innan økið.

30.11.2023

Útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum í undirvísing í føroyskum sum annaðmál er enn so nýggj, at førleikar ikki í nóg stóran mun eru mentir í Føroyum til at undirvísa í øllum lutum og pørtum av útbúgvingini. Lítil og ongin gransking er á økinum í Føroyum, og tí hevur verið neyðugt hjá Fróðskaparsetrinum í ávísum førum at leita uttanlands eftir vitan og undirvísarum, ið hava neyðugu førleikarnar og kunnu veita dyggan íblástur.

Ein teirra er Elina Maslo. Hon er ættað úr Lettlandi, hon las danskt á lærdum háskúla og hevur í nógv ár undirvíst í donskum. Í 2007 flutti hon til Danmarkar at búgva. Fyrst fór hon at undirvísa á málskúlum og hevur síðani útbúgvið seg víðari innan økið. Hon hevur granskað og skrivað ph.d. í læring í fremmandamáli og um námsfrøði í sambandi við annaðmál. Hon hevur eisini verið við til at menna útbúgvingina innan málmenning og annaðmál á professiónsháskúlanum í Keypmannahavn.

Tað er tí ein kvinna við nógvum og drúgvum royndum, sum Fróðskaparsetrið hevur fingið fatur á, og undirvísir hon annaðmálsdidaktikki. Hon hevur sjálv, við støði í sínari gransking og vitan, snikkað fleiri skeið og undirvísingargongdir um annaðmálslæring saman.

Men hví er tað so umráðandi at styrkja og menna undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, spyrja vit Elinu.

- Tað er ein demokratisk skylda. Tað hevur týdning, tí talan er um sjálva framtíðina hjá tilflytarum í Føroyum, ið skal bera brá av væleydnaðari integratión. Málið er so grundleggjandi og púra avgerandi fortreyt fyri at klára seg í gerandisdegnum. Hava tilflytarar ikki sama og javnbjóðis møguleika at læra mál og mentan, er tað ein stórur demokratiskur trupulleiki. Málið er sjálvur grundvøllurin, fundamentið, tí uttan neyðugar málsligar førleikar, er veingjaflogið skert. Eitt nú í sambandi við luttøku á arbeiðsmarknaðinum, í frítíðini og í samfelagnum annars, sigur Elina, sum fær góð ummæli á Fróðskaparsetrinum.

- Elina er ein meistari í didaktiskari læru, sigur Elisabeth Holm, sum er samskipari á útbúgvingini.

Og tað er júst tann didaktiska læran og sambandið millum ástøði og undirvísing í praksis, ið Elina leggur sera stóran dent á, bæði í sínari gransking og undirvísing.

Eitt lyklaorð, sum gongur aftur, er tilvitan.

- Kynstrið at undirvísa og leggja øðrum lag á byggir í stóran mun á tilvitskuna um egin evnir og egnan hátt at undirvísa. Tí er sambandið millum ástøði og veruliga, praktiska lívið, og hvussu undirvísarin lærir frá sær, so grundleggjandi og avgerandi, sigur Elina.

Brot úr samrøðu, sum Jákup Bogi Joensen hevur gjørt í Skúlablað nr 5, 2023. Les alla greinina í blaðnum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.