Tíðindi
01.02.2024
Tað er trupult at gera neyvar samanberingar millum skúlaviðurskifti í Norðurlondum og í Føroyum, tí viðurskiftini eru so ymisk, men felags fyri øll er, at í øllum londunum hoyra vit skúlaleiðslur boða frá at hava ov fáar tímar til undirvísing og leiðslu, og at skipanin sum heild er undir stórum trýsti.
- Leiðslutíðin er eitt øki, sum tey, sum varða av skúlaskapi, eiga at raðfesta. Tað er eingin skúlastjóri í Norðurlondum, heldur ikki í Føroyum, sum sigur seg hava nóg mikið av tímum. Um viðurskiftini eru verri í Føroyum enn uttanlands, er ringt at meta um. Tó hevur mann sagt í Danmark, at skúlastjórar skulu ikki arbeiða meiri enn 55-60 tímar um vikuna. Eitt slíkt loft er ikki í Føroyum.
Gongdin síðstu árini í Føroyum hevur verið tann, at tað javnan verður søkt eftir nýggjum skúlastjóra ella varaskúlastjóra. Í summum førum, tí stjórin fer frá fyri aldur, men tað kemur eisini oftari fyri, at skúlastjórar velja at siga seg úr starvi ella fara í farloyvi. Í øllum førum hava broytingar verið í nógvum leiðslum, og í summum skúlum hava skiftini verið títt. Summar tíðir eru heldur ikki nógvar umsóknir, tá ið leiðslustørv verða lýst leys at søkja. Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum sigur, at skulu vit fyribyrgja, at skúlastjórar í sama mun sum uttanlands velja at stinga í sekkin, so er tað nú, at umstøðurnar eiga at verða broyttar og bøttar.
- Uttanlands síggja vit, at tey, sum manna leiðslur, støðast illa og eru strongd. Vit hóma eina byrjan upp á sama rák í Føroyum sum uttanlands, so tað er nú, at vit eiga at gera umstøðurnar betri og fyribyrgja, soleiðis at vit ikki fara at síggja somu gongd her. Tað er umráðandi og átrokandi, at leiðslurnar fáa betri tíð at leiða skúlan, betri umstøður at raðfesta við einum ávísum tímatali og betri møguleikar at fáa hjálp, skeið og supervisjón. Harumframt hevur tað týdning, at lønin verður uppstigað. Verður einki ella ov lítið gjørt við at bøta um leiðslutíðina, so kann vandi vera fyri, at vit fara at síggja somu gongd í Føroyum sum uttanlands, har skúlaleiðslur velja at fara og siga skúlanum farvæl.
Ein nýggj norsk kanning vísir, at gerandisdagurin í nógvum skúlum í Noregi er eyðkendur av at verða stýrdur av myndugleikum, ógreiðum reglum og høgum trýsti. Hetta avmarkar møguleikarnar at menna skúlarnar og ávirkar trivnaðin hjá skúlastjórum og úrslitini hjá næmingum. Umframt hetta sera avmarkaða rásarúmið kemur tað aftrat, at kommunurnar krevja av teimum, at teir skulu skráseta og boða frá ymiskum. Skipanin gongur sera høgt upp í fíggjarviðurskifti og fráveruskrásetingar, og tað, sum hevur nógv at siga fyri menningina hjá skúlanum – so sum námsfrøðiligt menningararbeiði og úrslit – hevur minni týdning. Úrslitið er, at skúlastjórar brúka tíð til at boða frá viðurskiftum, sum teir hava minst tamarhald á.
Les eisini: http://www.skulabladid.fo/sjey-av-tíggju-skúlastjórum-halda-starvið-vera-heilsuskaðiligt