Tíðindi

Eg tími ikki at skriva!

Allir lærarar hava hoyrt næmingar siga, at teir tíma ikki at skriva, at teir duga ikki at skriva, og at teir ikki vita, hvat teir skulu skriva. Tá ið næmingar siga so, eigur lærarin at spyrja seg sjálvan, hvat dentur verður lagdur á í skrivingini, heldur Guðna Berg Mikkelsen, lærari.

02.10.2017

Í fjør skrivaði Guðna Berg Mikkelsen bachelorritgerð sína á Námsvísindadeildini í um motiverandi tekstframleiðslu. Í Skúlablað nr 4 er drúgv umrøða av evninum undir heitinum, Fólkaskúlin eigur at leggja líka stóran dent á at læra næmingin at skriva sum at lesa.

- Sambært retorikarunum, Lindu Flower og John R. Hayes, ið hava kannað kognitivu tilgongdirnar hjá næmingum í sambandi við tekstframleiðslu, kunnu næmingar uppliva formlig krøv til skrivligar uppgávur sum køvandi. Í kanning teirra vísa teir á, at næmingarnir mistu motivatiónina til so at siga alt skrivligt virksemi. Iris H. Myran, ráðgevi í skrivigransking, sigur, at ein motiveraður næmingur ikki neyðturviliga er ein, ið dámar væl at skriva ella framleiða tekstir, men tað kann heldur vera ein næmingur, ið er fúsur at nýta tey amboð ella tær strategiir, ið hann hevur lært og sum skulu til fyri at skriva ein tekst, ið næmingurin gerst nøgdur við. Hevur næmingurin ikki fingið fatur á ella lært tey neyðugu amboðini ella strategiirnar, gerst tað longu trupult at fara í holt við at skriva og framleiða tekst. Tí er tað av týdningi hjá lærara at tryggja sær, at næmingurin hevur ognað sær amboðini, ið eru neyðug í tekstframleiðsluni.

Áherðsla eigur at verða løgd á innihaldið heldur enn formligu krøvini, heldur Guðna Berg Mikkelsen.

- Leggur lærarin dent á innihaldið heldur enn formligu krøvini, kunnu næmingarnir kenna seg at vera skapandi ella at uppliva eina skrivigleði, ið kann stuðla teimum í at fáa alt tað, teir bera fyri brósti, fram. Skrivliga upplivingin eigur at vera góð.

Skal ein næmingur stimbrast skrivliga, so er av týdningi, at skrivingin ella teksframleiðslan er eg-rótfest, hevur Bente E. Hagtved, granskari í skriving, víst á. Tað merkir, at tá ið næmingurin fer undir at skriva, t.d. ein tekst innan eitt ávíst tekstaslag, so eigur skrivliga virksemið frá byrjan at taka útgangsstøði í áhuga, kenslum, tørvum og royndum hjá næminginum; eitthvørt sum næmingurin veit um ella kann hava tankar um. Á henda hátt kennir næmingurin, at hann megnar støðuna; motivatiónin og sjálvsálitið økjast, og jaligar kenslur verða kveiktar í mun til skrivingina og tað at læra. Sambært Vygotsky ávirkar áhugin atferðina hjá næminginum í skrivliga virkseminum. Tískil eigur lærarin at finna fram til áhugan hjá næminginum og tillaga skrivliga virksemið. Tá verður tekstframleiðslan í samsvari við tørvirnar hjá næminginum.

Tá ið tað er næmingurin, ið skal læra, ræður um at styrkja undanfatanina og ”tjúna næmingin inn á evnið”. Dømi um at skapa undanvitan kann vera hugarok.

Amerikanski sálarfrøðingurin, David Ausubel, hevur ta áskoðan, at um innihald skal geva meining, má næmingurin síggja eitt størri høpi við tí, hann skal arbeiða við. Næmingurin má vera kognitivt til reiðar at taka ímóti nýggju vitanini. Tað sama er galdandi, tá ið týski námsfrøðingurin, Wolfgang Klafki, tosar um at lata verðina upp fyri næminginum og at lata næmingin upp fyri verðini.

At lærarin arbeiðir við undanvitan í tekstframleiðslu hevur tí alt at siga fyri einstaka næmingin í skrivingini. Næmingurin eigur at fáa innlit í, hvat tekstframleiðslan skal innihalda, hvørji krøvini til tekstin eru, og hvat endamálið við skrivingini er, fyri at hann skal vita, hvat hann skal hugsa um, meðan hann skrivar. Harumframt er nýggj vitan eisini lættari at skilja, hon gevur meiri meining og er lættari at minnast aftur á, tá ið hon kann setast saman við aðrari vitan, ið næmingurin hevur frammanundan.

Les alla greinina í Skúlablaðnum.

Mynd: Ólavur Frederiksen.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.