Tíðindi

Eg skilji næstan einki, sum lærarin sigur

Josenio Ranin Gorres er 17 ár og gongur í Sørvágs skúla. Hann er úr Filipsoyggjunum. Mamma hansara giftist til Sørvágs fyri góðum tveimum árum síðan. Josenio, sum er einabarn, kom í sjeynda flokk, tá ið hann kom til Sørvágs.

24.08.2017

Tað var trupult at byrja í skúlanum og einki skilja á føroyskum, sigur Josenio.
- Eg royni alla tíðina at finna út av, hvat verður sagt, men tað er øgiliga ringt. Eg skilji næstan einki, sum lærarin sigur, tí hann tosar føroyskt. Eg hevði viljað havt ein hjálparlærara alla tíðina, men tað ber ikki til. Hini í flokkinum eru fitt at hjálpa mær, týða fyri mær og siga mær, hvat eg skal, og lærararnir royna eisini.

Josenio fær 30 tímar undirvísing í føroyskum um árið. Hetta er alt ov lítið, heldur hann.
- Eg havi lært, hvussu tú sigur ymiskt á føroyskum, til dømis hvussu tú tosar fólkaliga, tá ið tú kemur inn til onkran og so framvegis. Bara grundleggjandi orð. Eg hevði viljað fingið undirvísing í føroyskum hvønn dag, kanska ein tíma um dagin, og ein eykalærara. Heima tosi eg filipinskt við mammu og føroyskt við Torfinn, mannin hjá mammu, og ommu mína; eg royni at læra meg føroyskt alla tíðina.

Josenio heldur, at tað er lættari at skilja, hvat gongur fyri seg, tá ið hann venur fótbólt, enn tá ið hann er í skúla.
- Eg skilji betur, hvat gongur fyri seg tá, og tá verður ofta tosað enskt.

Í skúlanum á Filipsoyggjunum vóru tey 50 næmingar í flokkinum og bara ein lærari.
- Skúlin var ikki góður, og næmingar tóku ikki skúlan í álvara. Nógvir næmingar møttu ikki upp, og lærararnir løgdu einki í um tú lærdi nakað ella ikki. Hóast eg skilji lítið og einki her, so er skúlin í Føroyum nógv betri enn á Filipsoyggjunum.

Tá ið Josenio er liðugur við fólkaskúlan um eitt ár, kundi hann hugsað sær at lært til kokk.
- Eg vil gjarna læra at gera mat, og eg vil gera familjuna stolta av mær og hjálpa henni.

Samrøða í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.