Tíðindi

Eg arbeiði ikki skjótari enn, at næmingurin klárar at fylgja við

Hóast onkur næmingur ikki rættiliga er við, so sigi eg ongantíð, at “hatta kemur”. Tað sigur Jónfríð Foldbo, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík

13-10-2021

Arbeiðir tú ikki miðvíst við at hava allar næmingarnar við í tilgongdini at læra teir at lesa, kann vera sera torført at fáa teir við seinni. Tað sigur Jónfríð Foldbo, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík; hon er lærari í føroyskum í grunddeildini og miðdeildini.

- Sjálvandi dugir onkur betur ella lærir skjótari enn onkur annar, men eg tryggi mær altíð, at øll eru við. Eg byrji frá grundini og fari miðvís og skipað til verka. Einki verður hurrað ígjøgnum; eg arbeiði ikki skjótari enn, at næmingurin klárar at fylgja við.

Jónfríð Foldbo byggir alla undirvísingina á súlutilfarið; hetta tilfarið er grundleggjandi og gott, heldur hon, og hon kennir seg trygga í tí.

- Av tí at tilfarið er so fjølbroytt, og eisini tí at ymiskir hættir verða brúktir, keða næmingarnir seg ongantíð. Tað leggur upp til, at lærarin tosar nógv við næmingarnar í undirvísingini, hann setir spurningar, sum hava til endamáls at fáa næmingarnar at undrast og koma við loysnum. Í hesum samrøðunum tosa vit um nógv orð, eisini orð og orðingar, sum tey ikki hava hoyrt fyrr. Orðfeingið verður víðkað. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir arbeiða sjálvir.

Hóast tú fert miðvíst til verka við góðum og fjølbroyttum tilfari, sum byggir á gransking, so er avbjóðingin hjá øllum lærarum í føroyskum at fáa allar næmingar at mennast á jøvnum føti. Jónfríð Foldbo heldur, at tað ber til at tryggja sær, at allir næmingarnir mennast í tilgongdini at lesa, um undirvísingin er lærarastýrd niður í minstu smálutir, miðvís og skipað.

- Í lærarastýrdari undirvísing er nógv beinleiðis samband við hvønn næming sær. Tá ið teir arbeiða sjálvir, so seti eg teir saman við øðrum næmingum eftir einari ávísari ætlan, og tá gangi eg millum næmingarnar og hjálpi teimum á glið. Í samrøðunum er umráðandi, at øll sleppa til orðanna. Tú sært beinanvegin, um næmingurin er við ella ikki; tvílærarin kann taka næmingin, sum ikki fær alt við, til viks. Hóast summir næmingar læra betur ein til ein, er tað umráðandi at læra teir at lurta, hugsavna seg og vera við í prátinum, sum er í undirvísingini. Tað er ein týðandi førleiki at læra. Í samrøðunum leggi eg meg eftir at fáa næmingarnar at tosa í heilum setningum; ikki bara siga eitt orð og peika, sum nógv hava fyri at gera. Tað tekur tíð at venja tey við at tosa í heilum setningum.

Málið, sum Jónfríð Foldbo setir fyri fyrsta flokk, er, at næmingarnir kenna allar bókstavirnar, ljóðini, sum eru knýtt at bókstavunum og duga at seta bókstavirnar saman til ljóðrøtt orð.

- Sum við allari læring eru summir næmingar skjótir, meðan aðrir ikki eru. Onkur dugir at lesa tíðliga í fyrsta flokki, og hjá summum gongur tað striltið og seint. Hóast onkur næmingur ikki rættiliga er við, so sigi eg ongantíð, at “hatta kemur”. Eg havi alla tíðina henda næmingin við, sum ikki lærir so skjótt og væl. Lesikanningarnar, sum lesivegleiðararnir gera, eru sera gott amboð, tí teir eyðmerkja rættiliga tíðliga, hvar trupulleikin hjá næminginum liggur, sum hevur ilt við at læra at lesa. Hevur næmingurin ilt við at áskyna ljóðini, sum eru knýtt at bókstavnunum, so seta vit inn har; er tað bókstavirnar, sum hann ikki hevur fingið upp á pláss, so seta vit inn har.

Les alla samrøðuna við Jónfríð Foldbo í Skúlablað nr 5, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.