Tíðindi

Eftirútbúgving fyri lærarar, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál, verður fyrireikað

Fígging er fingin til vega at seta á stovn eftirútbúgving fyri lærarum, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál, komandi vár

10.12.2020

Eftirútbúgvingin, sum verður á leið 60 ECTS-stig, verður fyrireikað í samstarvi við Setrið og ráðgevar uttanlands. Hon verður fyri lærarum í frítíðarundirvísingini og lærarum í fólka- og miðnámsskúlum, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

- Miðað verður eftir at fara í holt við hesa drúgvaru eftirútbúgvingina á vári 2021. Ætlandi skal hon venda sær til lærarar á øllum undirvísingarstigum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Tørvurin á undirvísing í føroyskum sum annaðmál er um alt landið, og tí mugu lærarar frá øllum økjum í landinum útbúgvast til hesa uppgávuna. Tað er ymiskt, hvørjar møguleikar lærarar hava at taka lut í skeiðum og serútbúgvingum, í mun til hvaðani úr landinum, teir koma. Tað hevur víst seg at vera trupult hjá eitt nú lærarum í Suðuroynni at fylgt og fullført útbúgvingar, tí at tað truplari hjá teimum at luttaka enn hjá lærarum í miðøkinum. Hesum havi eg  lagt upp fyri, sigur Jenis av Rana.

Dentur verður lagdur á, at luttakararnir verða frá skúlunum kring landið, úr økjunum, har undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin verður skipað, úr ymsum fólkaskúlum og miðmámsskúlum. Ætlanin er at tryggja hesa skipan í samráð við skúlastjórarnar. Møguleikin fyri fjarundirvísing verður eisini kannaður og at gera slíka skipan fyri útjaðaran, serliga Suðuroynna. Vanlig mannagongd er, at lærarar fáa hóskandi tímaniðurskurð júst við tí endamáli, at teir skulu fáa møguleika fyri at røkja bæði arbeiði og útbúgving, sama hvar í landinum teir búgva. Vit fara at tryggja, at eisini lærarar, sum búgva t.d. í Suðuroy fáa umstøður ,ið tryggja, at teir kunnu fylgja allari útbúgvingini og ikki fella frá vegna tess, at tað er ov ólagaligt at samskipa arbeiði, útbúgving og ferðing. Tá um skeiðstilmeldingar til skeiðini í føroyskum sum annaðmál á Námi í heyst ræður, so er landið rættiliga væl umboðað. Enn vita vit ikki, hvussu tað verður við tilmeldingini til ta drúgvaru útbúgvingina.

Í heyst er ein røð av skeiðum umframt verkstova fyri lærarar, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.