Tíðindi

Eftirløntir lærarar hittast í Finnlandi

Á hvørjum ári hittast eftirløntir lærarar í Norðurlondum.

25.01.2018

Í 2018 verður stevnan í døgunum 11.–15. juni 2018 í Hanaholmen í Finnlandi. Hanaholmen liggur í Esbo nær við Helsingfors. Gist verður á Hanaholmens kulturcentrum (www.hanaholmen.fi/sv/).

Luttakarar koma úr Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi og Noregi. Lärarforbundet í Svøríki hevur tó boðað frá, at tey taka ikki lut í 2018 og neyvan í 2019 heldur. Av tí sama er ivi um, hvussu stórt luttakaratalið verður næsta ár, tá Føroya Lærarafelag og FLE skipa fyri stevnuni í Føroyum. Føroyar eiga sum undanfarin ár 10 pláss.

Pensjónistastevnan umfatar samveru, vitjanir og útferðir til áhugaverd støð. Fjórða dagin er vanliga veitsla við undirhaldi. Hvørt landið skal lata 4 sangir til felags sangheftið, og skipa fyri at teir verða sungnir.

Luttakaragjaldið verður:

Í dupultkamari 690 € (uml 5.200 kr) fyri hvønn.

Í einakamari 890 €. (uml 6.700 kr) fyri hvønn.

Maki hevur møguleika at luttaka, men bert limir í Føroya Lærarafelag fáa stuðul frá felagnum.

Føroya Lærarafelag letur stuðul til luttakaragjaldið.

Íroknað luttakaragjaldið er matur allar dagarnar, vitjanir, útferðir og ferðaleiðari.

Flutningur til og frá stevnuplássinum er ikki við í luttøkugjaldinum.

Freistin at tekna seg til pensjónistastevnuna er 5. mars 2018. Tú teknar teg til stevnuna við at venda tær til skrivstovuna hjá Føroya Lærarafelag tlf 61 68 63 ella elin@lararafelag.fo Freistin at tekna seg til pensjónistastevnuna er 5. februar 2018.

Tá tú teknar teg til luttøku, skulu hesir upplýsingar fylgja við:
•      Fornavn, eftirnavn
•      Fullfíggjaðan bústað
•      Telefonnummar við landanummari
•      Teldupostadressu
•      Serkostur
•      Annað, sum kann tarna luttøku í ymsum tiltøkum, t. d. rørslutarn.


Spurningar kunnu sendast til: pall.poulsen48@gmail.com ella elin@lararafelag.fo
Henda kunning verður eisini send øllum limum, sum hava skrásett sína mailadressu hjá FLE.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.